Nýggjur høvuðsvenjari settur

Nevndin í TB vil við hesum skrivi boða frá, at felagið hevur sett Páll Hagbert Guðlaugsson sum nýggjan høvuðsvenjara hjá felagnum.

IMG_6984

Páll H. Guðlaugsson, sum er 54 ár og ættaður úr Íslandi, hevur drúgvar royndir sum fótbóltsvenjari. Á Faroesoccer sæst, at hann í Føroyum hevur staðið á odda fyri ÍF, EB/Streymi, B36, GÍ og seinast KÍ.

Sum flestu føroyingum kunnugt, hevur Páll Guðlaugsson eisini verið venjari hjá føroyska A-landsliðnum, og tað var við honum við róðrið, at Føroyar vann søguliga dystin móti Eysturríki í 1990.

Sostatt hevur TB sett ein sera royndan venjara, og vónandi verður hann maðurin, sum megnar at venda keðiligu gongdini hjá felagnum seinastu tíðina.

Vónandi fara leikarir eins væl og fjepparir at taka væl ímóti Pálli, tí nú er av álvara tørvur á, at okur standa saman um okra felag.

Heimasíðan ynskir Pálli Guðlaugssyni hjartaliga vælkomnum og góða eydnu við starvinum.

Drívið á drongir, okur vilja vinna.

Scroll to Top