Nýggjur samskipari settur

Tvøroyrar Bóltfelag vil við hesum boða frá, at nýggjur samskipari er settur. Jens Petur Brattalíð tekur við sum samskipari í felagnum eftir Elinborg Nygaard.

Jens Petur hevur áður verið samskipari í júst Tvøroyrar Bóltfelag og hevur sostatt drúgvar royndir innan økið.

Vit ynskja Jens Peturi vælkomnam aftur í Tvøroyrar Bóltfelag.

Scroll to Top