Oddaliðið á vitjan

Ónskvøldið verður fjórða umfarið í Betri Deildini á skránni og tá verður tað oddaliðið, sum kemur á vitjan við Stórá.

B36 er komið væl frá byrjan í Betri Deildini og liggja á odda saman við hinum havnafelagnum, bæði við níggju stigum.

Meðan okur í TB hava trongd á at reisa okum eftir dystinum ímóti EB/Streymi, so kemur hvíta havnaliðið suður við skjáttuni fullari av sjálvsálitið. Ein av teimum vandamiklu monnunum á B36-liðnum er hálvi tvøramaðurin Meinhard Olsen, sum hevur gjørt trý mál. Fyrrverandi TB-leikarin Stefan Radosavljevic hevur verið við í øllum trimum dystunum higartil fyri B36, hann byrjaði teir fyrstu tveir og bleiv skiftur inn í seinasta dysti.

Sum okur skrivaðu fyrr í vikuni, so hevur TB gjørt leigusáttmála við KÍ um Meinhardt Joensen í tveir dystir, tað vil við øðrum orðum siga, at væntast kann at tað verður Meinhardt sum stendur millum stengurnar ónskvøldið.

Eftir dystinum ímóti EB/Streymi legði venjarin, Michael Winther ei heldur fingrarnar í millum – tað skal gerast betur, avrikið við Margáir var als ikki nøktandi. Vónandi kemur vend í holuni ímóti B36.

Tá B36 var á vitjan við Stórá í fjør vunnu teir 1-0. Síðani 2015 eru seks dystir leiktir við Stórá ímóti B36. Av hesum hevur TB vunnið ein, B36 vunnið fýra og ein er endaður javnt. Sum heild hevur ikki verið talan um stórsigrar av nøkrum slag flestu B36 sigrarnir eru við einum málið uttan tann frá 2015, tá B36 vann 3-1.

Seinasti sigur á B36 við Stórá var í 2017, tá teir vitjaðu í fimta umfari. Dysturin endaði 3-2, eitt av málunum tann dystin gjørdi Poul Ingason í evstu løtu. B36 hevði lagt seg á odda 2-0 við málum frá einum øðrum fyrrverandi TB’ara, Patrik Johannesen.

Vónandi verður tað eitt TB-lið sum hevur funnið røttu uppskriftina til at basa oddaliðnum.

Dysturin byrjar við Stórá klokkan 19:00. Hann verður eisini vístur á TV.fo á R2.

Mynd: Bjarni Nygaard

Scroll to Top