betrideildin

Óeydnan spilti dagin

Tað var rættiligt várligt veður í Trongisvági, tá heimaliðið TB/FC Suðuroy/Royn tók ímóti reyðsvarta felagnum úr Tórshavn, HB. Havnarmenn vóru komir suður við fitt av viðhaldsfólkið, sum uttan iva væntaðu ein sigur, nú HB hevur fingið góða byrjan uppá kappingarárið. Heimaliðið hinvegin hevur fingið eina heldur torføra byrjan og tí stóð serliga nógv uppá spæl hjá suðringum, fyri ikki at blíva afturúrsigldur á stigatalvuni.

Dysturin byrjaði sera líkt ørðum dystum, okur hava sæð við Stórá í ár. Heimaliðið stillaði seg aftarliga og royndi seg so við skjótálopum meðan gestirnir úr HB høvdu bóltin meira og royndu at spæla seg ígjøgnum, tó uttan at eydnast. Málmøguleikarnir vóru fáir og bert okkurt hissini langskot var at síggja.

Tá leiktir vóru 28 min fekk Eirikur hjá heimaliðnum tíverri sítt annað gula kort og bleiv sendur undir brúsuna. Ein rættiliga hørð avgerð frá svartklædda dómaranum, sum sjálvsagt ávirkaði dystin almikið. At missa ein mann so tíðliga avmarkaði heimaliðið, sum tóktist at innstilla seg uppá at royna at verja javnleikin í hús. Fyrri hálvleikur endaði sum hann byrjaði, við ongum máli.

Seinni hálvleikur var eins og tann fyrri, bólturin var mest á HB fótum, meðan heimaliðið vardi fyri og royndi seg við longum bóltum. Tá leiktir vóru umleið 60 min fekk HB tveir møguleikar, ið áttu at givið minst eitt mál. Serliga tann seinni møguleikin, tá HB leikari stóð púra fríur og fekk bóltin beint á pannubroski og skallaði móti heimamálinum. Serbiski málverjin Budakovic vildi tó ikki yvirgeva seg og bjargaði meistarliga. Budakovic stóð sum heild ein stinnan dysti í heimamálinum.

Stutt eftir sendi Salmundur eitt harð skot avstað eystur móti HB málinum, sum tíverri fór beint omanfyri. HB royndi at trysta og oysti bóltin innfyri men suðuroyingarnir vardu manniliga. Tó mundi enda gali, tá danin Dennis skuldi skalla burtur, men raki bóltin illa og var nær við at gera sjálvmál men lukkutíð við síðuna av.

Minuttir gingu og tað tóktist um, at dysturin fór at enda málleysur, men ak. Tað er sum um at óhepni fylgir suðuroyarliðnum fyri tíðina, tí tá dystarklokkan vísti 91:35, sendi HB eitt horna innfyri og umvegis eina HB mjødn endaði bólturin í meskunum aftanfyri Budakovic. Púra tilvildarliga rakti bólturin Jógvan Skeel Nolsøe, sum ikki hevði anilsi fyri hvar bólturin var, men ótilvita skumpaði hann bóltin rættan vegin og harvið stjól HB øll trý stigini við Stórá. Sanniliga eitt løgi mál, sum tíverri telur eins nógv sum tey vøkru.

Samanumtikið var hetta ein javnur dystur við fáum málmøguleikum, sum fólk fara at minnst fyri tann løgna endan og at heimaliðið fekk ein leikara útvístan tíðliga. Haldi tó ikki at tað ávirkaði spælið hjá heimaliðnum stórvegis at spæla við einum leikara færri enn mótstøðuliðið. Menn stríddust væl og vístu góðan hugburð móti einum HB liðið, sum hevði bóltin nógv, men ikki vísti stórvegis. Hóast nógvar kvikar leikarar, so megnaði HB als ikki at leika seg til nakað serligt.

Fyri okum prógvaði dysturin tó enn einaferð, at okur hava torført við at spæla okum til málmøguleikar og at just hetta nakað sum venjarin Ståhl má arbeiða meira við.

Annars so var tað frálíkt at hoyra áskoðarnir heppa og rópa á heimaliðið, vónandi verður meira av tí framyvir.

Scroll to Top