Okur bastu enn einaferð EB/Streym

Sunnudagin var 17. umfar av Effodeildini á skránni, tá okur vitjaðu á Eiði, har EB/Streymur tók ímóti. Yvirhøvur høvdu okur tamarhald á dystinum og endaði tað eisini við einum fínum og tryggum 2-0 sigri.

Málini gjørdu Ndende og John Villi. Ndende eftir 15 minuttum og John Villi staðfesti sigurin tá 68 minuttir vóru leiktir.

Við hesum trimum stigunum eru okur framvegis á 7. plássi, nú við 18 stigum. Skála liggur nummar 6 við 21 stigum og EB/Streymur eru á 8. plássi við 9 stigum.

Næsti dystur er ímóti Skála við Stórá sunnudagin 11. august. Við einum sigri so koma okur ájavnt Skála og eru týðandi fet nærri at endaliga tryggja okkum enn eitt ár í Betri Deildini.

Scroll to Top