Ósigur í Gundadali

Effodeildin: HB 3-0 TB

effodeildin

Tað var ein rættuliga undirhaldandi dystur, sum áskoðarirnir vóru vitni til í Gundadali. Bæði liðini spældu sera málsøkið, og nógv skot vóru á málini bæði. HBarirnir vóru nógv neyvari, og Hans Fróði má fara at hava skotvenjing við TB, tí okur vóru syndarligir til at raka málið.

Dysturin var 45 sekund gamal, tá bólturin lá í málinum. Vælupplagdi og kviki Símin Samuelsen stríkur framvið TB verjuni, og sera ósjálvsøkið spælir hann bóltin á tvørs til Andrew av Fløtum, sum hevði lætt við at skora. 1-0, og viðhaldsfólkini hjá TB sótu sum nevsligdnir lundar.

TB royndi at koma aftur í dystin, og høvdu fleiri vandamiklar støður. Tað var serliga eftir deyðbóltar, at HB hevði trupileikar. Nicky leggur innleggini sera væl, og einaferð var um reppið, at Óli skoraði eftir horna. Sera akrobatiskt fluktar hann innleggið hjá Nicky, men ólukkutíð stendur ein HBari á strikuni og fær vart fyri. Hóast HB var á odda, so domineraði TB hesa fyrstu løtuna.

HB økti um leiðsluna eftur 11 minuttum. Uppskriftin var tann sama sum við tí fyrra málinum. Símin rennur frá verjuni, og spælir bóltin til Christian Mouritsen, sum bert skuldi seta innsíðuna á. Hans Fróði gjørdi tað einasta rætta, og flutti Babacar á bakkin, fyri at fáa fastatøkur á Símini, og setti síðan Teit Olsen í miðverjuna. Hetta riggaði sera væl, tað sum var eftir av hálvleikinum. TB hevði fleiri heilt fín álop, og komu í sera nógvar vandastøður, men ein vælspælandi málmaður og verjuleikarar, ið bjargaðu skotunum á strikuni, vóru í vegin. Hesa løtuna spældu okur sera hart og beinleiðis. Hetta var ein taktikkur, sum ørkymlaði HB-liðið.

Vansin við slikari spælskipan er altíð, at bliva fangaður í einum mótálopi. Tað var eisni hetta, sum var ætlanin hjá HB, og tá okur ikki megna at fáa mál, so má sigast at Oddbjørn Joensen hevði blandað kortini rætt saman. Okur sum sótu í bygdaskýlinum vóru positivir í hálvleikinum, tí leikgongdin var sera jøvn, og TB kundi saktans fáa eitt mál. Men HB fór at spæla nógv betur í seinna hálvleiki, teir hildu betur á bóltinum, og høvdu eisini einar tveir stórar møguleikar.

Tá 55 minuttir eru leiktir, verður dysturin í roynd og veru avgjørdur. Verjan hjá TB lá sera høgt, og Símin hevði alt ov nógv plass at dusa sær á. Mynstrið var tað sama sum áður, og so var 3-0 til HB.

Ein skuldi hildið at TB fór at fella á fátt, men so var ikki. Teir kempaðu sera væl, og kundu saktans fingið okkurt málið. Fyrst vardi Teitur Gestsson væl fyri, tá Babacar smekkaði til, og Ndende átti at skorað, tá hann púra einsamallur, skallaði frísparksinnleggið hjá Nicky framvið málinum. Nú fór tíðin at arbeiða fyri HB, og TBarirnir mistu eitt sindur av trúnni á, at fáa stig úr Havnini. Tá dómarin floytaði av, eftir 93 minuttir var støðan 3-0 til HB.

Okur mugu bara skerpa okkum frammanfyri málinum í framtíðini. Gera okur tað, so kunnu okur saktans vinna móti øllum liðum í deildini. Tað er eitt sindur keðiligt at tapa 3-0, men so má KÍ bara bløða fyri tí í næstu viku.

M.E

Scroll to Top