Ungdómdeildin hjá Tvøroyrar Bóltfelag hevur gjørt avtalu við Palla Eysturberg um at venja U12 dreingjaliðini í ár. Palle hevur drúgvar royndir sum venjari, og var við góðum úrslitum venjari hjá U12 gentuliðnum í fjør.
Hetta árið verður serliga spennandi hjá ungu dreingjunum, á skránni er nevniliga fótbóltsferð til Danmarkar í summar, har teir fara at luttaka í einari fótbóltskapping. Hetta er fastur táttur hjá U12 dreingjunum hjá Tvøroyrar Bóltfelag.
Vit ynskja Palla og U12 dreingjunum alt tað besta við vón um eitt gott kappingarár.