Poul Ingason aftur í barndómsfelagnum

Tað er okkum ein sonn gleði at kunngera, at Poul Ingason aftur verður at síggja í eyðkenda svart/hvíta búnanum hjá TB.

Hóast sín unga aldur, 20 ára gamal, so er Poul ein royndur harri. Hann spældi sín fyrsta vaksnamannadyst fyri TB í 2012, men hevur seinastu 3 árini verið at sæð í hópinum hjá HB. Poul hevur einans spælt 10 dystir fyri HB í ár, men hóast tað, so hevur hann megnað at skora 6 mál. TB hevur havt tørv á styrk á ymsum plássum og er tað kærkomið við einum sterkum viðspælara til Albert Adu í oddinum.

Poul hevur harafturat verið partur av føroyska U17, U19 og U21 landsliðshópinum. Hann er noteraður fyri 2 U21-dystir í fjør.

Vit ynskja Poul hjartaliga vælkomnan aftur í TB og ynskja honum alt tað besta á vøllinum.

Mynd: Bjarni Nygaard

Scroll to Top