Umframt at gera sáttmála við Jón Johannesen í gjárkvøldið, so vórðu sáttmálar gjørdir við tveir leikarar. Talan er um ótroyttiligu Rógva Joensen og Poul Ingason, sum sostatt verða partur av hópinum hjá felagsliðnum í Suðuroynni fyri 2017, TB/FCS/Royn.
Poul Ingason kom heim til TB í fjør eftir útlegd í HB. Poul spældi 10 dystir fyri Tvøroyrar Bóltfelag í kappingarárið 2016 og gjørdi fýra mál.
Rógvi sum tíverri var darvaður av skaða stóran part av kappingarárinum í fjør spældi 15 dystir fyri felagið og gjørdi 3 mál.
Á myndini omanfyri, eisini tikin av Bjarna Nygaard, síggjast frá vinstru Rógvi Joensen, Poul Erik Smedemark (formaður í Tvøroyrar Bóltfelag) og Poul Ingason.