1. mars byrjar fótbóltskappingarárið aftur, og suverenu vinnararnir av 1. deild í fjør, okra drongir úr TB, taka ímóti góða, gamla fíggindanum úr Klaksvíkini, KÍ. Av tí at TB vann so suverent í fjør, so er ikki heilt frítt, at fjepparir hava góðar vónir til komandi kappingarár.
Helgi Eidesgaard hevur tí sett einum gomlum TB-kempara stevnu. Mortan Enni er íðin TB-fjeppari, og hann hevur altíð eina meining um tað, ið fyriferst í – og rundan um – TB.
HE: Mortan, TB smurdi alt og øll av í fjør, hví vóru TB so suverenir í 2014?
Eg haldi ikki, at 1. deild var so sterk seinasta ár. 1. deild hevur verid í støðugari afturgongd í fleiri ár nú. Tað finnast fleiri góð lið, tað sóu okur við Stórá seinasta ár, men tey næstbestu hjá Effo-liðunum hava trupult við at halda eina samanhangandi framgongd í 27 dystum, tað er harmiligt…
HE: Hvat heldur tú um hópin hjá TB anno 2015?
Hópurin sær spennandi út. Okur hava ikki havt nógva frágongd, og eg havi ikki sæð nýggju menninar spælt enn, men um TB’ararnir vísa eins góðan hugburð, sum teir gjørdu seinasta ár, áðrenn TB legði sjógv niður til hini liðini, so fer TB at verða ein stórur biti at svølgja hjá øllum.
HE: Patrik Johannesen kom aftur til TB í fjør summar, og fyri kortum hevur TB gjørt avtalu við Heina Mortensen, ein annar ungur leikari, okur øll kenna. Hvat hevur tað at siga, at TB megnar at styrkja liðið við ”egnum” kreftum?
TB hevur so at siga altíð, meira ella minni, havt eitt útlenskt árin á liðnum, tað liggur líkasum í okra mentan á Tvøroyri. Men óansæð, so hevur tað ein fylkjandi fyrimun, um ungir tvøradreingir og fólk úr allari oynni manna eitt lokalt ítróttarfelag, tað fær betri uppbakning í lokalsamfelagnum.
HE: Hvørjir eru – eftir tínum tykki – størstu styrkir og veikleikar hjá TB í ár?
Um okur taka støði í seinasta kappingarári, so fann TB altíð eitt eyka gear, tá spælið ikki var til vildar. Tað kendist sum, at TB var ein speedbátur, ið sigldi um kapp við eitt áttamannafar, og mann bíðaði bara til, at teir fóru at bíta frá sær. TB-liðið er nakað serstakt, ið ringt er at seta orð á, tað er onki at ivast í.
Um ein skal kalla hetta ein veikleika, veit eg ikki, kanska heldur vanbýti, tí TB hevur tveir útidystir móti teimum liðum, sum fótbóltskønir føroyingar vænta fara at liggja í niðastu helvtini. Umframt hetta skal felagið 4 ferðir í Gundadal, sum ongantíð hevur verið eitt gott stigamið fyri TB.
HE: Hvat kunnu okur fjepparir vænta okum av TB í ár á leikliga økinum?
Eg veit ikki hvat Páll Hagbert fer at stinga út í kortið, men hann hevur royndir, og TB hevur eisini dygdir til at tillaga spælið hjá sær eftir mótstøðuni, og hvussu leikgongdin einaferð kann hátta sær, um rætt verður borið at, t.e . Men um onkur situr har og væntar undirhaldandi sjampanjufótbólt í 27 dystum, so fer ein sum av torvheiðum. Hetta liggur ikki til okum.
HE: Er nakar serligur leikari, tú væntar fer at gera um seg á TB-liðnum í ár?
TB hevur fleiri góðar leikarar. Fyri at taka ein burturúr, so haldi eg, at Heini Mikal Mortensen gjørdi tað sera gott seinasta ár. Hann vísti, at tað var ein feilur av undangongumonnunum hjá Páll Hagbert at hava hann á bonkinum. Hann verður eitt positivt innskot.
HE: Hevur tú nøkur góð ráð til dagsins TB-hóp? Og til okum fjepparar?
Poul Holm, sum var ein av undangongumonnunum í TB, segði einaferð, at ein skal duga at sigra uttan at gerast orðstórur og eisini at tapa uttan at knarra. Hetta er ringt hjá øllum at halda, men eini góð ráð eru tað so í øllum førum.
HE: Størsta klisjéin, ið verður spurd áðrenn hvørt kappingarár skal sjálvandi eisini við. Hvar væntar tú, at TB fer at liggja á stigatalvuni, tá hetta kappingárið er liðugt?
Eg timi ikki á spáa um úrslit, tí internetið gloymir ongantíð, og alt verður brúkt móti einum. Enda okur nr. 8 verði eg fegin.
HE: Hvør heldur tú fer at vinna EFFO-deildina í ár? Og hví?
HB, tí HB er og verður sterkasta liðið í landinum, og hevur altíð staðið fyri attraktivum fótbólti, men eg unni Víkingi eitt FM-heiti nú. Sum felag hava tey eina super leiðslu, møta altíð væl upp og hava nógv lið. Alt er gott kring felagið. Soleiðis var eisini við GÍ á sinni.
HE: Hvør flytir niður? Og hví?
Tey liðini sum liggja niðast, og tí tey hava fægst stig. Mær dámar ikki at spáa um slíkt, tí tá TB er involverað, havi eg trupult við at verða objektivur. Best er bara at tiga.
Okur takka fryntliga og prátingarsama unglinginum fyri prátið. Annars hevur Mortan Enni, sambært Faroesoccer, leikt 68 dystir fyri besta liðið hjá TB, og nógvar dystir aftrat hesum hevur hann leikt fyri næst- og triðbestu liðini hjá TB.
Kelda: http://www.faroesoccer.com/player.php?PlayerName=M&gender=&_=&playerID=110