betrideildin

Ræður um at ríða á aldukambinum

Sunnudagin verður dystur í Sørvági fyri aðru ferð í ár. Fyrra dystin vunnu vit og var tað eisini tann dysturin, sum í langa tíð var hin einasti har TB/FC Suðuroy/Royn megnaði at skjóta mál, tá Stefan skjeyt tvey mál uppá brotsspark. Nú er vent í holuni og hevur felagið seinastu vikurnar megnað at fingið nøkur frálík úrslit í hús, serstakliga, tá hugsað verður um steypakappingina.

Í Betrideildini er støðan eisini batna munandi og nú ræður um at ríða á aldukambinum sum longst. 07 Vestur hevur ikki fingið nakað serligt burturúr hesar fyrstu níggju dystirnar í Betrideildini og hava teir bert fingið eitt stig til Sørvágs, tá teir í fyrsta umfari fingu ein javnleik ímóti AB.

TB/FC Suðuroy/Royn megnaði eftir seinasta umfar at lyfta seg uppum AB og liggur harvið á áttanda plássi. Hesi seinastu úrslitini bera brá av at Glenn Ståhl veruliga hevur fingið eina góða fatan av føroyska fótbóltinum og ikki minst sínar leikarar.

Dysturin verður sunnudagin, á føðingardegnum hjá Tvøroyrar Bóltfelag, í Sørvági klokkan 15:00.

Scroll to Top