Røður og myndir frá hátíðardegnum við Stórá

Elsti limur í TB, er 88 ára gamli Kristian Olsen, og hann fekk heiðurin at sparka fyrsta sparkið, og harvið innvíga nýggja vøllin við Stórá (Mynd: Bjarni Nygaard)

Tvøroyrar Hornorkestur, undir leiðslu av Trónduri Enni løgdu fyri við framúr góðum horntónleiki, tá Tvøroyrar Bóltfelag kundi hátíðarhalda innvígingina av nýggja vøllinum við Stórá sunnudagin. Karmarnar vóru teir bestu inni í ítróttarhøllini í Trongisvági, so avgerðin um, at flyta tiltakið frá nógva regninum, inn undir lonina á høllini, var løtt at taka. Fyrst á skránni vóru røður, og síðani var leskiligt ábit at fáa, aftur við einum kaffimunni, áðrenn farið var vestur á nýggja leikvøllin, har elsti limur í TB, Kristian Olsen sparkaði fyrsta sparkið. Dagurin var sera væl eydnaður, tá man hugsar um veðrið, og vit leggja her røðurnar út, umframt frálíkar myndir, sum Bjarni Nygaard hevur tikið.

Heilt fitt av fólki hevði leitað sær vestur til Trongisvágs sunnudagin, og hóast keðiliga veðrið fyrr um dagin, eydnaðist tiltakið rættuliga gott. Avgjørt bleiv at flyta tiltakið inn í høllina, tí nógva regnið hevði órógvað ov nógv, um tiltakið var hildið vesturi við sjálvan vøllin, sum ætlað var upprunaliga.
Fyrireikararnar gjørdu skjótt av, og tað gekk, sum eftir ánni, tá fyrst horntónleikurin byrjaði at ljóma. Fleiri og fleiri fólk komu inn í høllina at lurta, og eftir nøkur løg frá Tvøroyrar Hornorkestur, kundi fyrsti røðari byrja.

Jens Johannesen, formaður í Mentanarnevnd Tvøroyrar Býráðs legði fyri, og hansara røða verður endurgivin niðanfyri.

Jens Johannesen, formaður í Mentanarnevnd Tvøroyrar Býráðs (Mynd : Bjarni Nygaard)

Góðu leikarar, áskoðarar, tvørafólk, suðuroyingar og gestir annars.
Fyri 120 árum síðani, tóku menn lógvatak saman, og stovnaðu TB. Tværå Boldklub, seinni Tvøroyrar Bóltfelag. Hetta vóru ungir menn, sum komu aftur av lestrarferð í Danmark, og høvdu fingið hesa ítróttargrein í viðførið til Tvøroyrar. Spælt varð á hóskandi økjum, og til seinast varð Sevmýri valt til stadion á Tvøroyri. Seinni hava so fleiri hugskot verið frammi, hvar ein nýggjur vøllur skuldi liggja. Sjálvur helt jeg, at grótbrotið var tað besta staðið, og so var tað kortini Sevmýri.
Men hetta tóktist ov dýrt, so hetta vakra økið fram við Stórá varð valt.

Tað er mær ein gleði, at kunna heilsa tykkum, við hesum nýggja vølli, og jeg eri sera takksamur fyri, at verða boðin at siga nøkur orð, býráðsins vegna.

Eitt fótbóltslið sum TB, tey róp hoyrast hvøll, yvir dalar, firðir og Føroya fjøll. Vit fylgjast við teimum í eyst og í vest, og vón okra vera skal, at TB er best – Hesin sangurin hjá Marner Lisberg rann fram fyri meg, og haldi je, at um Marner slapp at siga tað umaftur, so hevði hann sagt Trongisvágsfjøll 🙂 Sangurin eitur TEIR FRAMSKYGDU, og tað kann sigast, at okur á Tvøroyri eiga fólk, sum eru framskygd, bæði vinnuliga og ítróttarliga.

Tá okur nú hava Føroya flottastu ítróttarhøll herinni, samsvarar tað væl, at okur eisini hava Føroya flottasta fótbóltsvøll her á staðnum. So okur vóna, at glæsiligar tíðir liggja fyri framman.

Tvøroyri hevur fingið ein nýggjan og frálíkan vøll inni í hesi vøkru náttúruni við Stórá í Trongisvági. Navnið – Við Stórá – haldi jeg passar sera væl, so lat okkum bara taka tað til okkum. Arbeiðið, sum her er gjørt, kunnu okur nú øll fegnast um. Hetta er væl úr hondum greitt, og skulu teir, sum hava staðið fyri hesari verkætlan, saman við Suðuroyar Ítróttardepli, hava stóra tøkk uppiborna.

Jeg dylji ikki fyri, at jeg eri TB-ari við stórá T.
Jeg havi sjálvur slitið mínar barnaskógvar á grúsvøllinum á Sevmýri, og er tað við eitt sindur av sorgblídni, at okur mugu siga Sevmýri farvæl.

Men í dag siga okur góðan dag við nýggja vøllin við Stórá. Har úti hava okur vunnið mangt meistaraheitið, og skal vón mín vera, at tá okur nú skriva ein nýggjan kapittil í søgu felagsins, at TB fer at finnast millum fremstu lið í deildini framyvir. Tað kemur tó ikki við at sita hendur í favn, nei, her má kempast fyri hvønn bólt í hvørjum dysti, serliga, um tú vil gerast meistari.
Tað eru nú 25 ár liðin, síðan okur vóru meistarar í bestu deildini, men okur eiga ein góðan, frískan og talentfullan ungdóm, so hesum eri jeg ikki bangin fyri. Fyrr ella seinni náa okur toppin. Okur skulu upp á tindin aftur, tað er okra mál.

Havi eisini sitið eitt mannaminni í nevnd hjá TB, so jeg veit, hvussu strævið tað er, at arbeiða í nevndunum. Heldur ikki hesum beri jeg ótta fyri, tí okur eiga menn og kvinnur, sum kunnu bróta upp ermar, og vilja TB alt tað besta. Okur eru von at standa saman, tá á stendur. Jeg hopi, at okur øll fáa gleði av hesum vølli, og enn hugaligari verður tað, tá okur fáa nýggja TB húsið við áskoðaraskýli.

Í dag skulu okur so spæla okra fyrsta heimadyst í bestu deildini móti ÍF, og vóni jeg, at okur fáa ein góðan og vælleiktan dyst í dag. Og sjálvandi vildi tað verið stuttligt, um TB so eisini vann í dag.
Tykur skriva í øllum førum søgu í dag. Góða eydnu!
Við hesum fáu orðum, fari jeg at ynskja øllum á Tvøroyri og í Suðuroynni, hjartaliga tillukku við nýggja vøllinum við Stórá, og fyri kommununa fari jeg at takka fyri gott samstarv við teir aktørar, sum hava gjørt hesa verkætlan til veruleika. Ynski øllum ein góðan dyst í dag!
lat okkum rópa eitt trýfalt hurra fyri TB!
TB longi livi!!

 

Seinni røðari, var formaðurin í Tvøroyrar Bóltfelag, Andre Dalfoss, og hansara røða verður sjálvandi eisini endurgivin.

Tað var ein stoltur formaður í Tvøroyrar Bóltfelag, sum sunnudagin helt røðu fyri fjøldini av fjepparum (Mynd Bjarni Nygaard)

Góðu tykur øll
Fyrst og fremst, vil jeg siga, at jeg eri ómetaliga stoltur av, at jeg, sum formaður, sleppi at siga nøkur orð í sambandi við hesa stóru og søguligu løtu.

Men áðrenn jeg byrji at tosa um henda stásiliga nýggja vøllin, vil jeg gjarna siga eitt sindur um okra fótbóltsøgu, sum byrjaði á Sevmýri. Men hvar skal man byrja. Orð eru fátøk, tá man hugsar um, hvussu nógv Sevmýra hevur havt at siga. Tá fólk hugsa um kendu føroysku ítróttarøkini í Gundadali, við Djúpumýru, so hugsa tey so sannuliga eisini um Sevmýri.

Okur tvørafólk fara aldrin at gloyma, hvussu stóran týdning, Sevmýra hevur havt fyri okum her á staðnum. Fá eru tey av okum, ið aldrin hava spælt ella hugt eftir fótbólti á Sevmýru.

Fyrsti dystur móti øðrum felagi, ið leiktur varð á Sevmýri, var móti HB, 5. juni 1909. Dysturin endaði 2-2. TB vann Von Mehren steypið á fyrsta sinni í 1911 í dysti móti HB, og í 1914 til ognar.
Fyrsta steyp, sum føroyingar nakrantíð hava kappast um!

TB vann eisini Bulldog steypið til ognar í 1932, tá teir trý ár á rað prógvaðu, at teir vóru bestir í landinum.

Í 1943 kom fyrsta føroyameistaraheitið til høldar, og tey eru blivin sjey í tali. Óteljandi steyp eru komin í steypaskápið á Sevmýru síðani tá, og tað fer at taka ov langa tíð at ramsa øll hesi framúr avrik upp. Men Sevmýra hesur sanniliga verið eitt stað, sum øll onnur lið hava óttast at vitja.

Seinnu árini hevur verið tungt at verið TB- ari, og tað, at Sevmýra ikki longur kundi nýtast, var sum ein vátur vøttur í andlitið á okkum trúføstu TB-arum. Men nær hava okur, her á staðnum nakrantíð givið upp? Nei nemliga, aldrin! Sum fuglurin Fønix, reisir TB og Tvøroyri seg enn einaferð!

Sevmýra fekk tó eitt hóskandi farvæl, og kring leikvøllin og á TB húsinum, hanga enn skilti, ið sýna, hvussu nógv Sevmýra hevur havt at týða fyri okum – og altíð fer at gera tað. Seinasti dystur hjá besta liðnum nakrantíð á heilaga katedralinum, ið okur kenna sum Sevmýri, varð leiktur 16. oktober 2010.

Men…Nú standa okur so her í dag. 29. apríl 2012. Ein nýggjur partur í søguni hjá TB – og vónandi og væntandi eisini føroyskari fótbóltsøgu – fær sína byrjan. Eftir at hava leikt eitt heilt ár í grannabygdini Hvalba, hvørs íbúgvar hava verið okum sera, sera gestablíðir, nakað sum okur eru sera takksom fyri, og eftir at FC Suðuroy hevur sýnt okum stóra vælvild, við at læna okkum teirra vøll, er bíðitíðin úti.
Tíðin er komin til, at TB aftur fær eitt heim! Sevmýra fer altíð at vera ein partur av okra stoltu søgu, men nú eitur heim okra – Við Stórá. Okur hava bíðað longi, men í dag eru okur øll glað.

Sum formaður í TB, vil jeg takka øllum, ið hava gjørt hetta nýggja takið í søgu felagsins møguligt, fyri teirra óføra stuðul. Mín vón er tann, at hesin vøllurin fer at síggja eins nógvar sigrar og stórfingnar løtur, sum Sevmýra longu hevur gjørt tað.

Fyrstu gestir okra her við Stórá eru úr Fuglafirði, og ÍF skal verða hjartaliga vælkomið at halda hendan stórfingna dagin saman við okum. Okur vænta ein skarpan gang frá vælleikandi fuglfirðingunum, men okur fara at gera alt fyri, at hesin dagur á allar mátar gerst okra.

Jeg vil at enda heita á øll, um at rópa eitt trýfalt hurra fyri aldursforsetanum í føroyskum fótbólti!!!

1000 takk fyri

Nakrar myndir frá degnum, tiknar av Bjarna Nygaard

88 ára gamli Kristian Olsen er elsti limur í TB, og hann skuldi seinni fáa heiðurin, at sparka fyrsta sparkið á nýggja vøllinum
Synir og abbasynir Kristians vórðu eisini komnir við, og stiðjaðu væl, tá gamli TB arin hevði sparkað fyrsta bóltin við Stórá

 

 

 

 

 

 

 

 

Tvøroyrar Hornorkestur, undir leiðslu av Trónduri Enni
Fitt av fólki hevði leitað sær vestur í høllina sunnudagin
Scroll to Top