SALMUNDUR AFTUR VIÐ STÓRÁ!

Í dag hava vit sera góð tíðindi at bera TB-fjepparum. Salmundur Bech verður aftur at síggja í eyðkendu TB-blusuni!
Framúr dugnaligi, 27 ára gamli miðvallarin úr Porkeri hevur sína fótbóltsuppaling í FC Suðuroy og tørnaði á fyrsta sinni út fyri TB í 2016. Salmundur hevur spælt 26 dystir fyri TB  og 44 dystir fyri táverandi felagsliðið. Í hesum dystum skoraði Salmundur 16 mál. Salmundur spældi eisini 21 dystir fyri besta liðið hjá NSÍ í 2020, har hann skoraði 1 mál. Salmundur hevur eisini leikt 92 dystir fyri besta liðið hjá FC Suðuroy  – hin fyrsta 17. juni 2012. Fyri FC Suðuroy hevur Salmundur skorað 27 mál.
Tað er ein sera royndur harri, ið vit hava ta stóru gleði at síggja aftur í TB-búnanum og eru vit sera glað fyri at tað eydnaðist at fáa undirskriftina hjá Salmundi. Saknur hevur verið í honum og hansara ótroyttiliga arbeiði á vøllinum – hørðu, beinraknu langskotini taka vit fegin ímóti eisini!
Tvøroyrar Bóltfelag vil ynskja Salmundi hjartaliga vælkomin aftur til Stórá og bestu eydnu í kappinrarárinum 2023!

(Hagtalskelda: Faroesoccer.com)

Scroll to Top