Nú er ein triðingur farin av Betri Deildini í 2020 og liggja vit nummar átta í løtuni. Við tað at ein triðingur er farin, so hava vit hugt eitt sindur aftur í tíðina.
Taka vit TB eftir níggju umfør tey árini felagið hevur verið í bestu deildini frá 2005 og fram, so hava vit ligið og svingað millum fimta og áttanda pláss. Í fjør lógu vit eitt pláss longri uppi við tveimum stigum fleiri enn vit hava nú. Høvdu vit t.d. vunnið dystin ímóti AB herfyri, so var støðan heilt lík teirri frá í fjør.
Grafurin niðanfyri vísir hvussu TB hevur ligið eftir níggju umfør seinastu árini. Ljósagrái liturin eyðkennir árini har vit vóru í samstarv við hini liðini í oynni.
Vit skulu heilt aftur til 2005 fyri at finna eitt ár har vit hava havt eina betur verju, um vit samanbera við hvussu nógv mál eru komin ímóti okkum. Vit hava bert latið 12 mál inn í hesum níggju dystunum. Í fjør høvdu vit latið heili 19 mál. Hinvegin gongur kanska heldur strilti við málskjótingini, men samanlagt er málmunurin frægari enn nógv av hinum árunum.
Hyggur ein eitt sindur meira yvirskipað eftir bestu føroysku deildini hesi árini frá og við 2005 til og við í ár, so er HB tað liðið, ið meira ella minni er fast inventar í oddinum. 10 ár hava teir ligið í topp trý eftir níggju umfør. B36 og NSÍ hava bæði ligið har níggju ferðir. Sjey ymisk lið hava mynda topp trý hesi árini, sum umframt tey trý nevndu eru: EB/Streymur, ÍF, KÍ og Víkingur.
Verður hugt eftir muninum millum topp og botn, so hevur munurin seinastu trý árini verið rættuliga støðugur og stórur. Í ár eru heili 21 stig millum nummar 1 (HB, 22 stig) og nummar 10 (Skála, 1 stig).
Tað eru skotin 146 mál í alt. Hetta er tað mesta síðani 2015 tá skotin vóru 151 mál. Tað vil við øðrum orðum siga, at tað í miðal eru 3,2 mál hvønn dyst higartil í ár, ella 16,2 hvørt umfar.
Kelda: Faroesoccer