
TB leikararnir góvu felagi sínum eina fantastiska føðingardagsgávu, og eina best møguliga upptakt til stóru føðingardagsveitsluna leygarkvøldið, tá teir vunnu ein væl uppibornan 3-1 sigur á B68. TB átti munin frá byrjan, og bert eina løtu móti endanum av dystinum, megnaðu gestirnir at leggja TB undir trýst. Við sigrinum hálaðu TB seg enn eitt pláss upp eftir stigatalvuni, og eru nú á einum sjeynda plássi.
Tað eydnaðist sera væl hjá TB, at fáa lagt eitt stórt trýst á gestirnir leygardagin, og beinanvegin spældu sera væl uppløgdu TB leikararnir seg fram til stórar møguleikar. Verjuspælið hjá B68 hevur mangan sæð betur út, enn tað gjørdi móti TB, og hetta gagnýttu vertirnir. Serliga var tað í borðunum báðum, at tað eydnaðist at spæla seg inn um bakkarnar. Var tað ikki fyri framúr málmanspælið frá Hans Jørgensen, so kundi TB hava fleiri mál áðrenn hálvleik. Men so hendi brádliga tað, sum mangan hendur. B68 fær ein kontramøguleika, og teir eru ísakaldir.
Gestirnar fingu fyrsta málið
Heilt móti gongdini av spælinum, vóru tað toftamenn, sum fyrstir fingu hol á málskjótingina. TB hevði trýst nakrar minuttir, heilt frammi, og so vann B68 bóltin, tá umleið hálvur tími var spældur. Kvikliga spældu teir ein langan bólt fram til Kristian Anton Andreasen, sum stóð púra leysur úti á høgra vongi. Rangstøðufellan hjá TB kiksaði fullkomuliga, og so var lag á manni hjá Kristiani Anton at seta kós móti málinum. Komin inn um brotsteigin, og málverjin kom út móti, smekkaði toftamaðurin til, og so stóð brádliga 1-0 til gestirnir. Hetta sá tó bert út til at tendra TB leikararnir enn meira, tí teir løgdu bara enn meira fyri í álopspartinum, og bert fýra minuttir seinni eydnaðist okkara at javna.

Grkajac var í málhýri
Ig0r Grkajac var undan kappingini keyptur til at skjóta okkum nøkur týdningarmikil mál. Hetta hevði undan B68 dystinum, ikki eydnast, og tí var eitt ávíst trýst á leikaranum leygardagin. Hetta trýstið tóktist tó ikki at nerva hann, tí fyrst skoraði hann til 1-1 í 34. minutti, men hann var ikki liðugur har.
Í 34. minutti vann Igor seg fram um markørin, har hann við einum snildum skallara fekk lumpað málverjan, og verjuleikaran, ið dekkaði handaru stong. Bólturin smeyg sær inn um málstrikuna, og so kundi serbin fegnast um sítt fyrsta mál í føroyskum fótbólti. At hann fekk gult kort fyri fagnaðin, vísur bara, hvussu glaður hann bleiv, og hetta setti veruliga TB í gongd. Lítla løtu seinni, mátti Hans Jørgensen vísa síni bestu málmanskynstur, fyri at halda skoti frá Igor uttanfyri B68 málið. Trýstið var stórt, men málverjin megnaði at halda TB burtur frá leiðslumálinum. Hálvleikstøðan var tí 1-1.
Gleðin var øðilig
Tað skuldu ikki ganga nógvir minuttir inn í seinna hálvleik, áðrenn vandamikli serbin aftur var á blettinum. Hesaferð var tað ein verjuvilla hjá toftamonnum, sum Dan Mortensen var tann fyrsti at leggja merki til. Hann lobbaði ein bleytan bólt upp um verjuna, har Igor stóð rættuliga leysur. Við málverjanum stormandi móti sær, sneiddi serbin sær hegnisliga til vinstru, og legði síðani bóltin í tóma málið, so at aldursforsetin legði seg á odda 2-1. Áskoðarar, leikarar, ja øll hálsfevndust og róptu og geylaðu av berari frøi. Tað er ikki frítt, at man fekk kensluna av teimum góðu gomlu døgunum, tá TB vann alt, ið vinnast kundi. Har var avgjørt pláss til einari øðiligari rúgvu av nostalgi.
Nógvir møguleikar
Gestirnir royndu at flyta miðverjan, Ndende Adama Gueye fram á miðjuna teir síðstu minuttirnar. Men eftir at tað var greitt, at har kundi hann ikki gera so nógv um seg, varð hann fluttur heilt fram í álopið. Har var hann við til at skapa eitt sindur av plássi til vandamikla Christian Høgna Jacobsen. Eisini royndu teir at geva spælitíð til Emmanuel Ukpai, men heldur ikki hesin kundi gera nakað sum helst við krút hamrandi sterka verjumúrin, í skapi av Óla Johannesen og Dmitrije Jankovic. Har var bara einaferð pláss at koma gjøgnum, hjá Christiani Høgna Jacobsen, men ta ferðina var Ivan klárur aftanfyri verjuna, so tann vandin varð eisini hildin burtur.
Hesin møguleikin var tað tættasta sum B68 kom einum máli afturat, meðan TB vóru sera vandamiklir við skjótum mótálopum. Tríggir heilt stórir møguleikar kundu eins væl endað við einum máli til TB afturat, og serliga var tað møguleikin hjá Rógva Joensen, tá bert ein minuttir írestaði. Verjan hjá TB fangar ein bólt, og sum eitt fok fór Bojan til stroks í vinstru síðu. Niklas Joensen tveitti seg, fyri at forða serbanum, men hann bleiv ov stuttur, og so hevði Bojan alla síðuna at renna í, meðan Rógvi Joensen og Jóhan Dávur Højgaard runnu um kapp móti B68 málinum. Framúr innleggið frá Bojan fann vegin fram til Rógva, sum bert skuldi seta innsíðuna á. Nógva ferðin á bóltinum, útstormandi málverjin og Jóhan Dávur forðaðu tó Rógva í at taka røttu avgerðina, og tí bleiv tað til ein fluktara, sum brast á tvørtræið og út til málspark. Eisini Patrik Johannesen kundi komið á máltalvuna, tá hann fekk ein stóran møguleika móti endanum av dystinum. Møguleikin var meinlíkir støðuni, tá B68 skoraðu sítt mál, men skotið frá Patrik bleiv hinvegin stórbjargað av Hans Jørgensen.

Poul avgjørdi
Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, fekk innskifti Poul Ingason ein møguleika, og hann sveik ikki. Hann fangaði bóltin á miðjum vølli, og við 50 metrum, tveimum verjuleikarum og einum málverja millum seg og B68 málið, setti Poul ferð á. Hann dróg eitt vet til høgru, og so sá man, hvussu stórt talent, hesin 16 ára gamli leikarin í veruleikanum er. Hann spønaði verjuleikararnar niður í beinleiðis spurti, og hetta við bóltinum næstan klistraðum til føturnar. Komin áraka brotsteigarmarkið, hamrar hann bóltin út í handara málhorn, uttan nakran møguleika fyri Hans Jørgensen. Dysturin var ikki meira enn settur í gongd aftur, so floytaði Lars Muller fyri seinastu ferð við Stórá, og TB hevði sostatt vunnið 3-1. Hetta var fyrsta málið hjá Poul í Effodeildini, men hetta verður heilt sikkurt ikki tað seinasta. Hann skoraði eisini móti HB í steypadystinum fyrr í ár.
Leygardagin koma HB aftur á vitjan, hesaferð í Effodeildini, og nú vita gestirnir í øllum førum av einum manni, sum teir mugu ansa sera væl eftir.
HAGTØL
Effodeildin – 8. umfar:
HB-ÍF 1-4 (0-2)
0-1: Clayton Soares (15.)
0-2: Jan Ó. Ellingsgaard (38.)
0-3: Clayton Soares (60.)
0-4: Clayton Soares (78.)
1-4: Hallur Hansson (80.)
TB-B68 3-1 (1-1)
0-1: Kristian Anton Andreasen (30.)
1-1: Igor Grkajac (34.)
2-1: Igor Grkajac (56.)
3-1: Poul Ingason (93.)
KÍ-FC Suðuroy 5-1 (5-0)
1-0: Heðin Klakkstein (7.)
2-0: Jógvan Isaksen (12.)
3-0: Henry Heinesen (26.)
4-0: Álvur F. Christiansen (73.)
5-0: Jógvan Isaksen (75.)
5-1: Jón Krosslá Poulsen (89.)
EB/STREYMUR-NSÍ 1-0 (0-0)
1-0: Egil á Bø (58.)
B36-Víkingur 3-0 (3-0)
1-0: Lukasz Cieslewicz (13.)
2-0: Símun Joensen (26.)
3-0: Rasmus Dan Sørensen (38.)