Í annaðkvøld, kl. 18:30v verða frálíku umstøðurnar við Stórá, karmar um seinnu grannauppgerðinga – slagið um Suðuroynna, ið mong kalla uppgerðirnar millum TB og FC Suðuroy. Hyggja vit bara at stigatalvuni, er einki at ivast í hvør eigur favorittrolluna, men í hesum føri er tað skeivt, tí tað hevur víst seg so mangan, at hesir dystir eru ikki til at rokna út. Intensitetur og harðir nærdystir hava ofta myndað grannauppgerðirnar, men seinnu árini tykist tað, sum um tað hevur verið satsað meira uppá at spæla fótbólt og minni uppá at “berjast” og tað er bara gleðilig!
TB liggur greitt á odda við 42 stigum. TB hevur vunnið flest dystir (allar 14), skorað flest mál (37), Ivan hevur verið tryggasti málmaður í Deildini (-9) og TB hevur eisini langt ta bestu málúrtøkuna (+28) Seinastu 5 dystirnir, ja tað vita vit jú øll… TB hevur vunnið allar.
FC Suðuroy liggur á einum aktuellum 3. plássi og er harvið best fyri í uppflytingarstríðinum eftir TB. FC Suðuroy hevur vunnið 7 dystir, spælt 3 javnar og tapt 3. Málúrtøkan er 30 skoraði, 20 latin inn = +10. Seinastu 5 dystirnar: S-T-J-S-T
TB spældi móti FCS á Eiðinum 9. apríl og fór tá til húsar aftur við øllum, eftir ein 2-0 sigur, tað var í fjórða leikumfari. u skriva vit 15. leikumfar og spennandi verður at síggja, um tað fer at eydnast okkara monnum at vinna 15. dystin á rað.
FC Suðuroy koma til Tvøroyrar, helst eitt sindur vónbrotnir, tí teir vóru fyri 1-2 tapi móti næstbesta liðnum hjá AB leygardagin, á heimavølli. Har fingu teir eisini tveir mans útvístar, Palla Augustinussen og Jón Krosslá Poulsen, ið eru tveir teir mest rutineraðu spælararnar hjá FCS – hesir verða tí ikki við í annaðkvøld. Liðið hevur tó fleiri góðar ungar leikarar, so dysturin skal takast í ramasta álvara av okkara leikarum.
Her frá heimasíðuni fara vit at ynskja báðum liðum ein góðan dyst og vónað verður, at dysturin verður mintur fyri tað góða spælið.
Samstundis fara vit at heita á allar TB-fjepparar um at møta fjølment upp við Stórá í annaðkvøld! Spælararnir kempa fyrimyndarliga fyri okkum hvørt einasta vikuskifti og tað minsta vit kunnu gera, er at møta upp og gera okkara besta fyri at vísa okkara stuðul til teirra – okkara partur eigur ikki at liggja eftir!
Einaferð TB – altíð TB!!!
Mynd: Bjarni Nygaard