
Komandi vikuskifti verður stovningardagurin hjá TB hátíðarhildin á Tvøroyri. Nógvur fótbóltur er sjálvandi á skránni, umframt annað. Dystirnir verða so nógvir, at nýggi vøllurin við Stórá ikki rúmar øllum dystunum, men TB hevur enn ræðið yvir vøllinum á Sevmýru, og verður hann tískil tikin í brúk aftur leygarmorgunin.
Dystirnir verða spældir soleiðis leygardagin:
Á Sevmýri :
Klokkan 9.30 – Dreingir U10
Klokkan 11.00 – Gentur U10
Við Stórá :
Klokkan 9.30 – U16
TB/Royn – ÍF
Klokkan 11.00 – U14
TB/royn – ÍF
Klokkan 12.45 – 2. deild
TB – Royn
Klokkan 15.00 – Effodeildin
TB-B68
Dysturin í Effodeildini verður útvarpaður av TB Studio, og tað fer sjálvandi fram, gjøgnum heimasíðuna hjá Tvøroyrar Bóltfelag.