Sigurin glapp í evstu løtu

Lagt var upp til ein spennandi dyst við Stórá  sunnudagin, tá Víkingur kom á vitjan. Spenningurin bleiv sanniliga eisini øgiligur, tí sum dysturin gekk so var tað um reppið at vit fingu øll trý stigini.

Byrjanin til dystin var tó alt annað enn góð, tí eitt verjumistak av Ivan og Martin førdi við sær fyrsta málið til Víking. Síðani megnaði okkara menn at koma væl fyri seg og spæla seg upp.

Teitur Justinussen var uttan iva dagsins maður sunnudagin, hann gjørdi tvey mál har annað var eitt langskot og hitt eftir horna.

Tíverri fyri okkum, so eydnaðist tað ikki at halda støðuna móti endanum av dystinum. Víkingur høvdu lagt eitt ávíst trýst á okkum og í 92. minutti eydnast tað Finni Justinussen at fáa bóltin í málið til endaligu støðuna 2-2.

Rógvi Joensen segði við 3-2 eftir dystin, at hetta var nakað av tí besta teir høvdu spælt bæði í ár og í fjør. Sostatt má verða lagt upp til enn ein spennandi dyst við Stórá, tá ÍF kemur á vitjan sunnudagin.

Scroll to Top