Í gjár spældi føroyska U17-landsliðið við gentum teirra fyrsta dyst í UEFA menningarkappingini í Norðurírlandi, tá tær møttu Luksemborg.
Sum kunnugt hava okur ein TB-leikara við har, Silja Pálsdóttir Augustinussen.
Silja var millum tær ellivu, ið byrjaðu dystin, og skuldi tað vísa sær at hon hevði ein stóran leiklut í dystin. Tá 55 min. vóru leiktir legði Silja Føroyar á odda 1-0 í dystinum! Smb. heimasíðuna hjá FSF, bleiv bólturin sendir framm til Silju, ið driblaði mótstøðuleikarar av, áðrenn hon setti bóltin í netið, aftanfyri málverjan hjá Luksemborg.
Tíverri fyri Silju, og hinar á liðnum, so skoraðu Luksemborg tvey mál, og vunnu sostatt 2-1 á føroysku U17-gentunum.
Næsti dystur í kappingini verður fríggjadagin, tá føroyska liðið skal royna seg ímóti Kosovo. Sunnudagin spæla Føroyar og Norðurírland.
Myndir: FSF.fo