Í morgun hevur eitt sindur av vindi verið við Stórá og tað hevur tíverri ført við sær, at graslíki hevur fingið skaða.
Sum tað sæst á myndunum, so hevur teppið loyst seg frá í eystaraenda.
Hetta er sera harmiligt, tí vit nærkast kappingarbyrjan við stórum fetum. Vónandi verður tað ikki eins og í 2012, at vit noyðast at byrja okkara kappingarár á uttanveltaðum vølli vegna hesum.
Hvussu umfatandi tað verður at bøta um trupulleikan, er ilt at siga í verandi løtu.
Myndirnar eigur Turið Vestergaard í Dali.