Skála stendur fyri skotum

Fjórða umfar av Betrideildini stendur fyri durum, umfarið verður leikt leygardagin og skal TB/FC Suðuroy/Royn til Skála at spæla ímóti teimum appelsingulu.

Í fjør endaði Skála fýra stig frammanfyri TB/FC Suðuroy/Royn og higartil í ár liggja liðini lið um lið við trimum stigum eftir hesum fyrstu trý umførini. Skála liggur í løtuni omanfyri TB/FC Suðuroy/Royn orsaka samlaðu málúrtøkuna.

Skála hevur í vetrarsteðginum mist ein av størru profilunum, Michal Przybylski umframt at útlendingarnir sum vóru í felagnum í 2017 eru farnir frá felagnum, meðan felagið hevur fingið tilgongd av Ahmed Mujdragic. Eisini má nevnast, at ungi Hákun Edmundsson er farin úr felagnum. Á bonkinum hevur Eyðun Klakstein tikið sæti.

Higartil er Stefan Radosavljevic einsamallur um at vera á máltindinum hjá TB/FC Suðuroy/Royn eftir, at hann skorar tvær ferðir ímóti 07 Vestur, tá TB/FC Suðuroy/Royn fekk einsamalla sigurin higartil í Betrideildini.

Skála hevur higartil tapt 1-0 ímóti Víkingi úti, tapt 2-0 heima ímóti B36 og seinasta umfar vunnu teir á Argjum ímóti uppflytaranum.

Dysturin byrjar leygardagin á Skála, eitt sindur seinni enn vanligt, klokkan 17:30. Dómari verður Kári á Høvdanum.

Scroll to Top