Skrá fyri fótbóltsskúlanum

Fótbóltsskúlin á Tvøroyri er eitt afturvendandi tiltak fyri børn í aldrinum 6 – 16 ár, ið TB hevur skipað fyri í fleiri ár.

Skráin í ár verður soleiðis:

– Týsdagin 12. August 9:30-15:00. Buffé kl 12:00

– Onsdagin 13. August 9:30-15:00. Buffé kl 12:00

– Tórsdagin 14. August 9:30-15:00. Buffé kl 12:00

Dagarnir verða hildnir á nýggja vøllinum við Stórá og bufféin verður í forhøllini í Trongisvágs skúla.

Tórsdagin fáa børnini handað eitt diplom, eina tasku, eitt skóhorn, ein drekkidunk og ein fótbólt.

Foreldur/avvarandi eru vælkomin at verða við til hesa løtu, ið byrjar kl 14:00 í skúlagarðinum í Trongisvágs skúla.

Vit gleða okkum at síggja allir 100 luttakararnir og síggja fram til nakrir stuttligir, læruríkir og mennandi dagar.

Scroll to Top