betrideildin

Skráin fyri Betri Deildina kunngjørd

Nú hevur FSF almannakunngjørt skránna fyri Betri Deildina 2019. Í byrjanini av desember var greitt, hvussu fyrsta umfarið fór at verða skipa, umframt hvørji lið fingu fjúrtandi heimadystin. Tá var greitt at Tvøroyrar Bóltfelag ikki fór at fáa ein eyka heimadyst, men mugu noyðast við trettan. Fyrsti dystur verður við Stórá ímóti AB.

Betri Deildin byrjar 10. mars og er summarsteðgur 30. juni, tá Víkingur tekur ímóti.Eftir summarsteðgin verður byrja aftur eitt sindur ymiskt alt eftir hvørji lið leika, men TB byrjar tá 29. juli, á ólavsøku í Havn ímóti meistaraliðnum í fjør, HB.

Kappingin endar 26. oktober, tá er tað Víkingur sum kemur á vitjan.

Sí annars alla skránna á FSF.fo.

Scroll to Top