Slagið um Suðuroynna

Tað verða tvey altrá lið, ið bresta saman á Eiðinum í Vági leygardagin. FCS hevur verið fyri tveimum lemjandi ósigrum í tveimum teimum fyrstu umførunum, og TB hevur fingið tveir javnleikir.

Fyritreytirnar hjá FCS í byrjaninni av kappingini hava ikki verið góðar. Teir hava spælt fyrstu dystirnar á útivølli, og hava heldur ikki fingið vælvild frá útlendingamálaráðnum, og tískil kundu teir ikki brúka allar útlendsku spælararnar millum teir fyrstu 11. Eftir standa teir við einum málmuni á minus 8 mál. TB hevur kempað seg við 9 monnum og ódnarveðri til tvey stig, og hevur fingið sjálvsálit í skjáttuna, nú teir skulu suður um Hovsegg.

Hagtøl, sjálvsálit og formurin í deildini hava púrt onki at siga tá FCS og TB bresta saman. Hetta eru dystirnir, har onki liggur eftir. Menn eru oftast heitir og algoystir, at nógvar spentar støður eru í dystinum. Tað hevur ongantíð verið ódramatiskt í uppgerðini um Suðuroynna, og tað verður tað heldur ikki leygardagin, tí FCS fer at gera alt fyri at fáa trý stig, men TB kann sum so liva við tí eina stiginum. So er spurningurin um, hvussu nógv vágbingar fara at spenna bogan í teirra jagstran eftir sigrinum, men teir mugu ansa sær, at bogin ikki brestur og alt dettur niðurfyri.

Í skrivandi løtu hevur TB allar mans tøkar, allar uttan Albert Adu ið enn stitur uttanfyri við leikbanni. Martin Tausen er komin aftur eftir sítt leikbann.

Heimasíðan ynskir øllum ein góðan dyst og vónar at nógv TB-viðhaldsfólk leita sær i útsynningskrókin á Vágseiði.

FC Suðuroy – TB
Leygardagin 14/3 kl. 15:00

Scroll to Top