So byrjar kappingin

Tvøroyrar Bóltfelag og besta lið felagsins byrja nú av álvara kappingina – 1. deild hjá monnum. Sum øllum kunnugt eydnaðist tað ikki okkara besta liðið at varðveita sessin í Effodeildini, bestu mansdeildini, og tí mugu vit noyðast við tað næstbesta fyri fyrst.

Fyrsti dystur í ár verður móti næst besta liðnum hjá Havnar Bóltfelagi, sum áður hevur argað okkara besta liðið. HB hevur í mong ár havt eitt sterkt annað lið og harvið verður neyvan talan um ein beinleiðis lættan dyst.

Okkara menn hava vant dúgliga í vetur og hava ymiskir venjingardystir verið á skránni, tað hevur gingið væl og tí ber til at hava góðar vónir um framtíðina og hetta árið sum heild.

Órógv um felagið

Hesa vikuna hevur Tvøroyrar Bóltfelag verið merkt av einum ávísum málið, ið hevur skapt órógv í felagið, tó so er tíðin komin at seta brennidepilin á tað, ið er mest umráðandi í løtuni, eina trygga og góða byrjan í 1. deild.

Órógvið hevur ført við sær, at Kim Roest er farin úr fótbóltsnevndini, orsakað hesum hevur verið tørvur á at nevndin skuldi umskipa seg. Hetta hevur ført við sær, at nýggjur formaður er Poul Erik Smedemark – annars er nevndin hin sama.

Møguliga Live Tweeting av dystinum

Í verandi løtu er ógreitt um tað verður roynt at hava live dagføringar frá dystinum, umvegis Twitter. Hetta verður meira at frætta um, um so er, nærri sjálvum dystinum.

Dysturin skal leikast sunnudagin klokkan 15.30 í Gundadali.

Einaferð TB, altíð TB!

Scroll to Top