Spennandi útidystur ímóti EB/Streymi

Leygardagin er tíðin til komin til triðja umfar av Betri Deildini, tá verður vitja hjá EB/Streymi, sum onki stig hava fingið og onki mál gjørt enn. Ikki at mál í taptum dystum telja so øgiliga nógv. Talan er um tey bæði liðini, sum hava yngstu hóparnir – miðalaldurin hjá báðum liðum er undir 23 ár.

EB/Streymur hevur eins og TB havt eina trupla byrjan uppá kappingarárið, har teir eins og okur hava spælt ímóti NSÍ, tá taptu teir 3-0. Fyrsti dysturin hjá EB/Streymi var ímóti HB.

Hetta verður uppá nógvar mátar ein spennandi dystur og kann væntast at bæði liðini fara at leggja nógv fyri, fyri at fáa fyrstu stigini til hølvdar í hesum kappingarárinum.

Høvuðsvenjarin hjá TB, Michael L. Winther iðraði seg eftir KÍ dystin um hansara reyða kort, sum hevur við sær at hann má sita uttanfyri og lata Karl Øster standa við stýrisvølin. Sebastian Kroner fekk eisini reytt kort í dystinum ímóti KÍ og má eisini sita uttanfyri eftir ivasama avrikið av dómaranum tann dystin.

Tó at tað sum hevur fylt mest í umrøðuni av dystinum ímóti KÍ hevur snúð seg um dómaran og dømingina, so hevur Michael rós til TB leikararnar. Talan var um truplan dyst ímóti einum av FM-favorittunum og í sera avbjóðandi veðurumstøðum, ið hevði sína ávirkan á dystin. Men hann er eisini fullgreiðir yvir teir persónligu feilirnar enn eina ferð eru beinleiðis við til at geva okkum eitt ringt útgangsstøði, bæði ímóti NSÍ og eisini ímóti KÍ. Hetta verður arbeitt hart ímóti av taka burtur og sum hann tekur til, so man hendan kvotan av persónligum feilum vónandi verða brúkt nú.

John Villi Woldike Leo gleðir seg til dystin leygardagin og uppskriftin er klár – hart og kontant press, eins og varð gjørt ímóti KÍ. Við tað press, ið bleiv lagt á KÍ metir John Villi, at TB megnar at spæla upp við fleiri av toppliðunum, serliga í samband við at leikararnir fara at kenna hvønn annan betur á vøllinum.

Frederik Mehder fekk heilaskjálvta í síðstu minuttunum av KÍ dystinum og verður ikki við í dystinum leygardagin. Harvið verður tað John Jacobsen (27), sum stendur frammanfyri sína debut í Betri Deildini.

Dómari leygardagin verður Dagfinn Forná.

Dysturin byrjar klokkan 18:00 við Margáir og verður vístur á R3 hjá Televarpinum.

Mynd: Mariann Mikkjalsdóttir

Scroll to Top