U21-landsliðið hjá monnum skal á venjingarlegu í Tórshavn í døgunum 22. til 24. mars. Av teimum 26 ungu monnunum er ein TB’ari at finna í millum.
Talan er sjálvandi um unga og evnaríka Stefan Radosavljevic. Stefan hevur leikt 58 dystir við TB og TB/FC Suðuroy/Royn hóast sín unga aldur á bert 18 ár. Í hesum 58 dystunum hevur hann skotið 11 mál.
Venjari hjá U21-landsliðnum er Eli Hentze saman við Hegga Samuelsen, hjálparvenjara.
Mynd: Bjartur Vest