U17 landsliðsvenjararnir eru væl ávegis at fyrireika seg til sonevnda Elite Round, ið verður á Kypros. Ein 18-mans hópur skal úttakast til kappingina og hetta verður gjørt so líðandi.
Stefan Radosavljevic er einasta ískoyti í hópin higartil umboðandi eitt av feløgunum í Suðuroy.
Venjingin hetta vikuskiftið verður sunnudagin 5. februar.
Skrá Sunnudagin 5. februar:
Kl. 11.30 Møta í gamla FSF – húsinum
Kl. 12.30 Venjing
Kl. 14.30 Døgurði / Ábit
Kl. 15.00 Fundur v.m.
Kl. 17.00 Venjing
Kl. 19.00 Liðugt
Áðrenn hópurin verður endaliga úttikin resta tvær venjingarsetur, ið verða ávikavist 11. februar og 19. februar. Endaligi hópurin verður úttikin 22. februar.
Leikararnir, ið eru í hópinum, sum nú sær út eru hesir:
Tórður Jacobsen KÍ
Helgi Simonsen KÍ
Olgar Fuglø KÍ
Bárður Reynatrøð Víkingur
Tóki Olsen Víkingur
Andrias Edmundsson B68
Martin Danielsen NSÍ
Pætur Skipanes NSÍ
Jógvan Højgaard NSÍ
Sølvi Sigvardsen NSÍ
Steffan Løkin NSÍ
Pol Jákup Lundbjerg NSÍ
Jákup Joensen Skála
Fríði Kruse Johansen EBS
Dann Fróðason 07 Vestur
Asbjørn Heðinsson 07 Vestur
Stefan Radosavljevic TB
Magnus Holm Jacobsen B36
Fróði Rasmussen B36
Bjarti Mørk HB
Bjarni Brimnes HB
Sveinur Lava Olsen HB
Hanus Sørensen HB
Símun Sólheim HB
Jógvan Petersen HB
Petur Ove Dam HB
Bartal Petersen AB
Ragnar Rasmusen AB