Jógvan Martin Olsen, landsliðsvenjari hjá U19 landsliðnum, hevur úttikið ein hóp av U19-drongjum, ið skulu til úttøkuvenjing 1. og 2. september.
Ungi og evnaríki TB’arin Stefan Radosavljevic er úttikin til hesa venjing.
Skráin fyri hesar báðar dagarnar er soleiðis:
01.09.2017 kl. 17:45 – Møta í 07 Vestur húsinum í Sørvági
01.09.2017 kl. 19:00 – U19 landsliðið venjingardyst móti Effoliðnum hjá 07 Vestur
02.09.2017 kl. 10:45 – Møta á Svangaskarði
02.09.2017 kl. 12:00 – U19 landsliðið venjingardyst móti 1. deild hjá B68
Hópurin annars sæst niðanfyri.