1. deild: Skála 2-2 TB
Sum vit skilja á lagnum, so hevur liðið hjá okkum í 1. deild megna at fáa eitt stig við heim frá Skálamonnum. Dysturin bleiv leiktur í kvøld klokkan 19 – hetta var útsetti dysturin, sum átti at verið leiktur seinasta vikuskiftið, men ringt veður fekk dómaran Petur Reinert at avlýsa dystin áðrenn hann var byrjaður.
Dysturin bleiv síðani settur at vera í kvøld og skuldi tað vísa seg, at vit fingu eitt stig við suður.
Skála løgdu seg annars á odda 2-0, men tað eydnaðist so okkara monnum at fáa tvey mál. Tað fyrsta skeyt Teitur Justinussen á brotsspark, meðan vit ikki eru heilt greiðir yvir, hvør skoraði seinna málið. Tað vísir seg, at Teitur gjørdist stóra hetjan hendan dagin, tí hann skeyt eisini seinna málið, sum tryggjaði TB eitt stig í kvøld.
1. deild hevur eitt hart vikuskiftið, tí umframt dystin í kvøld móti Skála, skulu teir longu leika aftur mánadagin. Mánadagin koma EB/Streym suður – hesin dysturin verður leiktur klokkan 19:00.
Effodeildin hevur frívikuskiftið orsaka av Løgmanssteypafinaluni.