1. deild: TB 0-8 Skála
Skálamenn vóru komnir á vitjan við Stórá, og talan gjørdist um málríkan dyst við heili 8 málum! Tíverri fyri TB, vóru tað skálamenn, ið fingu øll málini.
Liðið, ið byrjaði hendan dagin fyri TB: Predrag Markovic var sum vant í málinum. Magnar Vang á høgrabakki og Pætur Holm á vinstrabakki, meðan miðverjan var manna av Kim Roest og Jón Tórður Holm. Mitt á miðjuna byrjaðu Einar Petersen, Mikal Jespersen og Carl Bech og á hvør sínum vongi vóru Hanus Mortensen og Mikkjal Nielsen. Fremstur á toppinum var Benjamin Petersen.
Á bonkinum vóru: Heini Mortensen, Hjalti Vestergaard, Signar Olsen og Rógvi Kárason.
Fyrri dysturin liðini ímillum, ið var leiktur í kavanum á Skála, endaði 4-2 til Skála, so TB høvdu nakað at hevna. TB fingu tó eiheldur stig hendan dystin ímóti Skála, tí skálamennirnir vóru omaná frá fyrsta bríksl.
Tá bert 5 min vóru farnir, fingu skálamenn hol á. Innlegg kemur úr høgru, og við aftastu stong stendur ein skálamaður púra leysur og skallar bóltin í netið til 1-0. Fáar minuttir aftaná var aftur galið. Miðverjan hjá TB vinnur ikki luftbóltin, og so sleppur ein skálamaður leysur, dregur framvið Predrag, ið kom út ímóti, og setir bóltin í málið til 2-0. Hettar við at ikki vinna luftbóltarnir, skuldi vísa sær at vera ein stórur trupulleiki gjøgnum allan dystin hjá TB.
Miðskeðis í fyrra hálvleiki kemur Skála framm um 3-0, tá Kim Roest óheppin, setir bóltin í egið mál, í einari roynd at bjarga einari skotroynd hjá Skálamonnum. Beint áðrenn hálvleik verður støðan 4-0 tá eitt innlegg úr høgru, snýtir Predrag og ferðast beinleiðis í málið.
Vandamiklastu støðurnar, ið TB høvdu í fyrra hálvleik, var eitt horna, ið Mikkjal fekk skot á og eitt skot frá Einari, ið málmaðurin hjá Skála bjargaði, eftir eitt sindur av trunkaspælið í brotsteiginum.
Afturút 4-0, gjørdi venjarin nakrar broytingar í hálvleikinum. Heini kom inn fyri Einar á miðvøllinum og Hjalti avloysti Mikkjal á vonginum. Mikkjal hevði tíðliga í dystinum fingið gult kort, og var sostatt í vanda fyri at fáa reytt kort eisini.
Tó so at tað gekk eitt sindur betri hjá TB, frá byrjan í seinna hálvleiki, so var tað Skála, ið sat á dystin. Teir vóru allatíðina vandamiklir, og ein bíðaði bert eftir til næsta Skála-málið kom. Miðskeðis í seinna hálvleiki skrædnaði so av álvara. Skála skora ikki minni enn 3 ferðir uppá góðar 4-5 minuttir, og so var støðan 7-0. 8-0 bleiv tað so eisini til beint áðrenn dystarlok, tá ein skálamaður, sum ikki einaferð var hægstur til eitt hornaspark, og kundi skalla hann í málið.
Størsta málmøguleikan hjá TB í dystin fekk Signar, ið var komin inn fyri Carl. Heini legði eitt gott fríspark inn í brotsteigin hjá Skála, Hjalti var leysur og spælur hann tvørturum til Signar, ið var púra leysur, men ólukkutíð rakar hann ikki bóltin.
TB liðið hevði ógvuliga lítið at bjóða uppá hendan dystin, og Skála var klárt betra liðið. Ivasamt er um tvøramenn vunnu ein tann einasta luftbólt við skálamonnum inni í egnum brotsteigi. Tá TB høvdu bóltin, var sjálvdan at teir megnaðu at fáa nakað samanhangandi spæl, og sum oftast endaði tað við langir høgir bóltar framm, ið tað als ikki spurdist nakað skilagott burturúr.
Tíverri var talan um ein kollektivan offday hjá 1. deildarliðnum. Liðið hevur fyrr víst at teir eru førir fyri at spæla upp ímóti teimum bestu liðunum í deildini, og mugu nú reisa seg aftur komandi vikuskiftið, tá leiðin gongur til Streymnesar at spæla ímóti EB/Streym.
A.S.