Stórur útlendskur áhugi

Áhugin fyri føroyskum fótbólti vaks alsamt tá kunngjørt varð, at føroyska Betri Deildin byrjaði aftur, og hetta áðrenn flestu aðru kappingarnar kring heimin, eftir COVID-19-farsóttina.

Norska TV2 keyptu rættindini til Betri Deildina og í vikuskifitinum vóru tríggir dystir vístir. Hyggjaratølini síggjast niðanfyri. Fyrsti dystur, og harvið eisini dysturin, í Betri Deildini í ár var dysturin hjá okum ímóti NSÍ. Hetta var eisini dysturin, ið hevði flestar hyggjarar hjá norsku rásini.

NSÍ – TB 26.000 hyggjarar
KÍ – B36 17.000 hyggjarar
AB – Víkingur 10.000 hyggjarar

Ikki er tað bert norska TV2, sum hevur víst áhuga fyri fótbólti úr Betri Deildini. Danska Ekstrabladet vísur eisini føroyskan fótbólt.

Stórur áhugi fyri TB

Í Norra er áhugin fyri okra felag eisini vaksin alsamt, har er enntá ein norsk fjepparasíða á Facebook, sum í skrivandi løtu hevur gott og væl 430 limir.

Okra egni Facebook-dunnuhylur, TB-bólkurin, hevur eisini tikið dik á seg. Har eru komin fleiri og fleiri limir seinastu vikurnar. Í skrivandi løtu eru gott 2.150 limir. Ein vøkstur seinastu 28 dagarnir á meira enn 15 prosent. Her er talan um bæði fótbóltsáhugaði, men eisini tey, ið eru bingospælarir, sum hava mynda vøksturin.

Scroll to Top