Stovnandi fundur fyri TB-Fjepparar

TB er væl koyrandi í ár og hava vit millum annað fingið ein nýggjan vakran vøll, og ikki at gloyma, so eru vit í Effodeildini og hava staðið okkum sera væl higartil.

Grundað hesum, so verður nú skipað fyri einum fundi sum hevur til endamáls at stovnað eitt TB fjepparafelag.

Á Facebook er eitt tiltak gjørt og tiltakið verður á Seglloftinum hósdagin 20. juni kl. 20:00.

Á Facebook stendur fylgjandi um tiltakið:

Ónskvøldið 20. juni kl. 20:00 verður stovnandi fundur á Seglloftinum, fyri tey, ið hava áhuga í at verða við í einum fjepparafelagi fyri TB. TB leikararnir hava givið okkum so ómetaliga nógv ígjøgnum árini – ikki minst higartil í ár – og vit eru nøkur, ið fegin vilja geva nakað aftur! Vit meta at tað er alt ov friðarligt kring vøllin og tað kunnu vit saman broyta!

Spælararnir skulu bæði kenna á sær at teir eru á heimavølli, men teir skulu eisini vita hvør er við teimum til útidyst. Við Stórá skulu mótstøðuliðini ikki einans stúra fyri mótstøðuni Á vøllinum, men teir skulu sanniliga eisini hoyra okkum áskoðarar – vit skulu vera við til at bera liðið fram eftir vøllinum í við- sum í mótgongd! Tað líkist ongum, at Føroya elsta fótbóltsfelag onki organiserað fjepparafelag hevur, tað skal broytast nú!

Vit hittast ónskvøldið kl. 20:00 á Seglloftinum, í snotuligu hølunum hjá TFT, ið altíð hava hoyrt til ídnastu TB-fjepparar. Til ber at keypa kaffi og okkurt leskiligt afturvið. Á skránni er fyribils val av nevnd, umrøðan av navni, viðtøkur fyri felagið og eisini ein umrøða av hvat virksemi felagið skal standa fyri. Verið øll, stór sum smá, ung sum gomul, hjartaliga vælkomin á Seglloftið – besta lið felagsins er við at skriva eitt nýtt kapittul í søgu TB’s… latið okkum verða við til tað!

Fyrireikararnir.

NB!! Ónskvøldið er frídagur í EM-kappingini, so ongin umbering er fyri ikki at møta upp!

Leinkja til tiltakið

Scroll to Top