Stuðla felagnum við keyp av atgongumerkjum

Í samband við at kappingarárið ferð á rull, men tíverri í fyrstu atløgu uttan áskoðarar, so hevur Tvøroyrar Bóltfelag tikið stig til at geva fjepparum møguleika at lata stuðul til felagið. Hetta kann gerast uppá nógvar mátar, men ein teirra er, at keypa atgongumerki til dystir – hóast teir verða leiktir uttan áskoðarar.

Tað er ongin ivi í, at tað er fíggjarliga tungt at reka eitt felag í Betri Deildini og nú, tá COVID-19 hevur við sær, at ongir áskoðarar verða til dystir, missir felagið eina týðandi inntøkukeldu. Við øðrum orðum, so er ein hvør stuðul kærkomin.

Ynskir tú at stuðla felagnum, so ber til at gera eina flyting á peningakonto í Betri Bank kontonummar 9181 – 1694903.

Onki mark er, men um ein ynskir at flyta tilsvarandi upphædd sum eitt vanligt atgongumerki kostar, so er tann upphæddin 80 kr.

Onnur átøk eru á veg til tess at geva fjepparum møguleika at stuðla felagnum – meira verður at frætta um hesi átøk seinni.

Scroll to Top