Suðuroyar Sparikassi stuðlar SB

Suðuroyar Sparikassi er einasti banki við høvuðssæti í Suðuroynni og er hann høvuðsstuðul hjá felagsliðnum í ungdómsdeildini í Suðuroynni. Suðuroyar Bóltfelag sá dagsins ljós í ár, sum eitt úrslit av trupulleikum at mannað ymisk lið hjá teimum ymsu feløgunum í oynni.

Búnin, sum SB nýtir er myrkagrønur og sæst á myndini omanfyri. Enn er onki búmerki, sum ímynda nýggja felagsliðið.

Suðuroyar Sparikassi sigur soleiðis um SB og teirra sponsoravtalu:

Fótbóltur er ein stór ítróttagrein í Føroyum. At kunna íðka hesa ítróttagrein í Suðuroynni, er við til at økja um trivnaðin og stoltleikan í oynni. Vit í Suðuroyar Sparikassa eru fegin at hava sponsorera spælibúnarnar til ungdómsliðini í SB og síggja at ungdómurin hevur møguleika at íðka fótbólt í oynni, sigur Petur Óli Samuelsen, deildarleiðari í Suðuroyar Sparikassa.

Scroll to Top