Summarfríð á fimta plássið

Mong ár mugu vera síðani, at eitt lið úr suðuroynni kundi halda summarfríð frammanfyri Havnar Bóltfelag. Undan dystinum í gjár kundi annars væntast ein mannfólkauppgerð, tí HB skuldi royna at reisa seg og enda fyrstu hálvu av kappingarárinum við manér. TB/FC Suðuroy/Royn hevði hinvegin eitt ynski um at enda á fjórða plássinum undan steðginum.

Dysturin bleiv sum heild onki at skriva um og endaði hann eisini 0-0. Vindurin darvaði spælinum rættuliga nógv og millum annað vóru fleiri støður, har málmennirnir hjá báðum feløgunum mátti brúka drúgva tíð, fyri at fáa bóltin at liggja stillan.

Størsti kjansur var heldur tilvildarligur, tá bólturin endar á yvirleggjaranum hjá HB, men inn vildi hann ikki. Ringt var at síggja, um tað var Búi ella ein HB’ari, ið koyrdi bóltin á yvirleggjaran, men tað bleiv ikki neyðugt at umrøða víðari, tá bólturin ikki fór inn.

Avgjørt góðkent

Vit mugu annars sum heild vera nøgd við avrikið higartil í ár. 20 stig eftir 14 dystum og samstarvið er komið væl frá byrjan. Sjálvsagt kundi tað verið enn betur, men hetta má sigast at vera væl og virðiliga góðkent, serstakliga um ein samanber við tær metingar, ið serfrøðingarnir gjørdu sær undan kappingarbyrjan.

22 mál skotin

Jón Krosslá Poulsen legði seg skjótt á odda fyri málskjótingina hjá TB/FC Suðuroy/Royn, men Búi Egilsson hevur sanniliga eisini funnið sítt máltev fram. Teir báðir hava skotið ávikavist níggju og sjey mál. Av teimum níggju, sum Jón hevur skotið eru trý gjørd úr 11 metrum.

Poul Ingason hevur skotið trý mál, Dánjal Godtfred tvey og Stefan Radosavljevic eitt.

Nógv kort

Samanlagt hevur TB/FC Suðuroy/Royn fingið 33 gul kort í Effodeildini higartil í ár. Undan dystinum ímóti Skála høvdu vit tó onki reytt kort fingið, men tað støðuna broytti Eiler Rasmussen, tá hann tveitti bæði Poul Ingason og Mats Wallberg undir brúsuna áðrenn hann hevði bríkslað fyri seinastu ferð.

Heri Kjærbo og Jón Krosslá Poulsen hava fingið seks sektarstig, ið er tað mesta einstakur leikari hevur fingið hjá TB/FC Suðuroy/Royn.

Hetta gevur liðnum 39 sektarstig samanlagt, sum eisini er tað mesta í deildini í ár. KÍ hevur fingið næstflest sektarstig, teir hava fingið 34.

Liðið, ið hevur fægst sektarstig er 07 Vestur, sum bert hava fingið 17. Kanska ikki so yvirraskandi er tað fyrrverandi TB leikarin Martin Tausen, ið er á odda í teirra innanhýsis kapping um sektarstigini 🙂

Færri heimasigrar í ár

Um vit samanbera Effodeildina í tíðarskeiðnum 2007 til og við 2017 og bert hyggja at teimum fyrstu 14 umførunum, so sæst at tað eru munandi færri heimasigrar í ár.

Frá 2007 til og við 2016 eru í miðal 43,3 prosent av øllum dystunum endaðir við einum sigri til heimaliðið. Í ár er støðan ein onnur, tí bert 35,7 prosent av dystunum enda við einum heimasigri.

Í hesum fyrstu 14 umførunum í ár hava verið 25 heimasigrar, 22 útisigrar og 23 javnleikir. Hetta svarar í prosentum til ávikavist 35,7, 31,4 og 32,9.

Hyggja vit so eftir, hvussu TB/FC Suðuroy/Royn klárar seg í mun til hesi hagtølini, so hava vit vunnið helvtina av okkara heimadystum. Tríggjar hava vit tapt og so var dysturin ímóti HB sum bleiv javnur.

Góða jóansøku og gott summar!

Scroll to Top