Tað er stutt millum dystirnar nú. Eftir at hava leikt 5 útidystir á rað, sóu vit endiliga okkara bestu við Stórá í gjár. Longu nú sunnudagin skulu teir í eldin aftur, tá EB/Streymur kemur á vitjan. Tað er torført at meta um eitt lið sum EB/Streym, tí felagið hevur eisini ein Effodeildarhóp og tískil ber til hjá teimum at taka royndar leikarar við, um á stendur. Í gjár vóru teir fyri lemjandi 0-5 ósigri móti FC-Suðuroy, men tað er sera týdningarmikið hjá okkara monnum at varðveita fokus og ikki undirmeta mótstøðuliðið. Tað hevur TB nú ikki gjørt higartil og vandin er tí neyvan stórur fyri tí.
Stigatalvan sigur at EB/Streymur liggur á einum 8. plássi við 11 stigum og einari málúrtøku á -13 mál. Seinastu 5 dystirnir siga 0-2 tap móti 0-7 Vestur, 1-3 tap móti TB, 3-1 sigur móti HB, 3-3 javnleikur móti B36 og 0-5 tap móti FC Suðuroy. Serliga 3-3 javnleikurin móti B36 á útivølli, ið liggur nr. 2 í løtuni, er verdur at leggja merki til. Liðið kann also bíta frá sær. TB hevur tó vunnið móti øllum liðum í deildini higartil og vónir okkara eru tí sera góðar.
Tað var ein sonn gleði at síggja hvussu nógv fólk vóru møtt upp til dystin í gjár og vóna vit at tað sama hendur sunnudagin. Takið tað góða lagið við, stuðlið harmælt okkara monnum, óansæð hvussu leikar á inni á vøllinum – tað hava teir uppiborið so dyggiliga!
Vit ynskja øllum ein góðan dyst við Stórá sunnudagin.
Einaferð TB, altíð TB!!!