
EB/Streymur hava seinastu umførini veruliga fingið vind í seglini í Effodeildini, eftir eina laka byrjan. Teir hava innheinta munin upp til Víking, og í dag, eisini lagt seg fram um teir. 3-0 sigurin á TB við Stórá í dag, var uppiborin, men longi stóð tó javnt á. Bæði liðini høvdu sínar stórar møguleikar, og tá TB so byrjaði at fáa fleiri møguleikar, slógu sundalagsmenn til, og so bleiv uppgávan torfør hjá TB, sum máttu satsa fram eftir. Gestirnir fingu tvey mál afturat, við kontrafótbólti av allar hægsta kvaliteti. Nýggja oddaliðið er avgjørt best skipaða lið, ið higartil hevur vitjað við Stórá.

Kviku gestirnir straffaðu TB móti dystarenda
Vandamikli áloypairin, Arnbjørn Hansen var, allan dystin, sera vandamikil, og tá hann einu ferðina slapp fram við stinnu verjuni hjá TB, spurdist størur møguleiki burturúr. Hart trýstur av liðskipara okkara, Óla Johannesen, fekk Arnbjørn tó ikki nóg nógva ferð á skot sítt, og so gjørdist bjargingin væl lættari hjá Ivani Stojkovic. TB var nú blivið ávarað, og restina av dystinum lá Arnbjørn og lúrdi millum bakkarnar og miðverjarnar. Pætur Dam Jacobsen spældi eisini ein frálíkan dyst, til hann í seinna hálvleiki bleiv skiftur út fyri Arnar Dam. Arnar tók tó væl yvir, og bara økti um trýstið. Mest eyðsýndi leikarin hjá gestunum í dag var tó Leif Niclasen á høgra vongi. Hann endaði dystin við trimum málum, og í honum eiga sundalagsmenn ein vandamiklan og sera dugnaligan vong. Eftir fyrsta málið, bleiv plássið stórt úti í høgra borði, tá TB flutti fleiri fólk fram á vøllin, og tað plássið gagnýtti Leif til fulnar, og skoraði tvey mál afturat. Eitt sera flott avrik av Leif, og kanska ikki heilt tað, sum TB hevði uppiborið. Tó var sigurin uppiborin, men fortreytirnar blivu broyttar nógv, tá fyrst hol var komið á.

Verjuketan bleiv væl vard
Undirritaði hugsar aftur á Champions League finaluna, sum Liverpool spældi móti AC Milan í 2005. Tá valdi spanski venjarin hjá Liverpool, Rafael Benitez, at skifta Dietmar Hamann inn, so at hann kundi verja defensiva miðvøllin betur, so brasiliumaðurin, Kaka ikki slapp at gera størri skaða, enn henn longu hevði gjørt. Italiumenn førdu heili 3-0, tá liðini fóru til hálvleik, og eftir at sterki týskurin kom á vøllin, krúllaði hann Kaka saman, og legði hann í lumman. Kaka bleiv nærum ósjónligur restina av dystinum, og Liverpool framdi størsta bragd, sum framt er í europeiskum fótbólti nakrantíð, og vann at enda við brotspørkum.
Eitt framúr taktisk broyting, sum fullkomuliga broytti dystin.
At samanbera fótbólt á so ymiskum støði er ofta betur ógjørt, men uppgávan hjá Paula G. Hansen leiddi tankarnar hjá undirritaða, aftur til týska verjukenda miðvallaran hjá Liverpool.
Eins og Hamann gjørdi tað so fyrimyndarliga, so fekk skálamaðurin, Pauli G. Hansen fullkomuliga forðað fyri okkara vandamesta álopsleikara, Bojan Timic, og so bleiv uppgávan tað torførari hjá heimaliðnum.
Skálamaðurin byrjaði tó dystin á bonkinum, men longu eftir trimum minuttum, sendi venjarin, Heðin Askham hann á vøllin, fyri skadda Sorin Anghel, sum bleiv sligin í óvit av liðfelaga sínum, René Tórgarð. Pauli takkaði fyri álitið, og við einum fantastiskum avriki, varð hann ein av høvuðsorsøkunum til, at EB/Streymur í dag eru ovastir í Effodeildini.
Høvdu trupult við at finna pláss
Ein av okkara størstu hóttanum í ár, er serbin, Bojan Timic. Hann fekk tó sera lítið pláss í dag, og tá hinir í álopspartinum, ikki heilt rukku somu hæddum, sum undanfarnu dystirnir á heimavølli, so bleiv uppgávan sera trupul hjá heimaliðnum. Tó spurdist nakrir møguleikar burturúr, og beint undan steðginum var um reppið, at Rógvi Joensen slapp fram at einum hørðum innleggi úr høgru. Við aftaru stong, undir hørðum trýsti, fekk ein verjuleikari tó bjargað í síðstu løtu, áðrenn evnaríki TB leikarin fekk prika tonna á, og lagt TB á odda. Hesa síðstu løtuna í fyrra hálvleiki kundi TB eisini lagt seg á odda við einum vandamiklum frísparki frá áður umrødda Bojan, men skotið brast á stongina. Onkur onnur roynd bleiv eisini bjargað meistarliga av René Tórgarð, men inn fór bólturin ikki, og so var púra javnt, tá liðini fóru til steðgin.
Fyrsta hattrikkið við Stórá
Sum seinni hálvleikur leið, fingu gestirnir alt meira pláss, og fingu greiðari leikliga yvirvág. TB bleiv trýst longur aftur á vøllin, men nakran málmøguleika bleiv tað tó ikki til. Men 20 minuttir fyri dystarlok, broyttust fortreytirnar brádliga.
Eftir uppspæl úr vinstru, kemur eitt innlegg høgt innfyri til aftastu stong. Júst sum Gunnleif Olsen hjá TB skuldi skalla burtur, fær Arnbjørn Hansen snitta hann upp um Gunnleif, og bólturin fall so niður, sum á einum silvurfati, til Leif Niclasen, sum tamdi kvikliga, og hamraði so bóltin upp undir nettakið. Gleðin var, sum vera man, sera stór á gestunum, og teirra nógvu fjepparum, sum valdu at koma suður at fylgja sundalagsmonnum, hendan góðveðursdag.
TB mátti nú satsa, og eftir einari løtu, bleiv eini miðverjin, Dmitrije Jankovic settur fram í álopið, har hann skuldi royna at vinna TB størri mun, og møguliga onkran møguleika eisini. Við at satsa soleiðis, so er tað ikki altíð, at tað eydnast at fáa úrtøku. Og í dag skuldi so verða dagurin, har onki spurdist burturúr. Hinvegin fingu vandamiklu álopsleikararnir hjá gestunum meira pláss, og tá er altíð vandi á ferð. Serliga var tað úr høgru síðu, at størsta hóttanin kom, og ikki var tað løgið heldur, tí tað var júst tann síðan, sum Dmitrije hevði vart so fyrimyndarliga fyri. Leif Niclasen, sum longu hevði lagt gestirnir á odda, ynskti inniliga at avgera dystin, og tað slapp hann eisini. 11 minuttir eftir leiðslumálið, kom hann at standa leysur mitt fyri, eftir eitt av mongu skjótu álopunum hjá teimum, og frá stuttari fjarstøðu var hann ísakaldur, og sløkti vónina hjá TB.
Heimaliðið gavst tó ikki, uttan eina síðstu roynd, og var størri hepni við Bojan og TB, so kundu teir hava minkað um munin, tá serbin enduliga slapp fram við Marna Djurhuus. Harða skot hansara smeyg sær tó uttanvert handaru stong, og fleiri møguleikar fullu ikki í lut til heimaliðið hendan dagin. Í hinum endanum var Leif hinvegin ikki liðugur, og hann slapp at staðfesta trygga sigurin, við sínum triðja máli. sendingin inn um verjuna frá Hans Paula Samuelsen, var av bestu góðsku, og tætt undir málinum skoraði Leif lættliga til 3-0. Hattrikkið hjá Leif Niclasen er tað fyrsta av sínum slag á nýggja leikvøllinum við Stórá, og hetta er eisini fyrsti ósigurin hjá TB á heimavølli í ár.
Virðiligt oddalið
At EB/Streymur í dag kann kalla seg oddalið, er fult uppiborið, sæð útfrá dystinum í dag. Teir eru best skipaða liðið, ið higartil hava vitjað við Stórá, og breiddin á hópinum er góð. Teir sum komu inn, spældu allir væl, og tað ber brá av, at teir verða ringir at koppa í ár. Hugsast skal um, at teir spældu uttan vanliga liðskipara sín, Egil á Bø, og at Pætur Dam Jacobsen einans júst er komin aftur, eftir at hava sitið úti við skaða. So tað skuldi verið løgið, um ikki sundalagsmenn bara gerast sterkari, sum kappingin líður.
Hjá TB hevur tað eisini gingist væl, fyrstu umførini, men í dag kiksaði tað so. Tað er tó ongin skomm í at tapa móti einum so sterkum liði, og menn bardust manniliga fyri sakini. verða innsatsarnir eins góðir móti øðrum liðum, so trýr undirritaði, at TB væl kunnu fáa fleiri góð úrslit afturat í ár. Eisini á útivølli.
Eftir er bert at siga, komið aftur dreingir, og drívið á.
HAGTØL
Effodeildin – 10. umfar:
FC Suðuroy-NSÍ 0-2 (0-1)
0-1: Klæmint A. Olsen (44.) (br.)
0-2: Jann Martin Mortensen (83.)
Reytt kort: Poul N. Poulsen (FC Suðuroy)
HB-KÍ 5-0 (3-0)
1-0: Fróði Benjaminsen (14.) (br.)
2-0: Jógvan Andrias Nolsøe (15.)
3-0: Rógvi S. Holm (28.)
4-0: Símun Samuelsen (51.)
5-0: Christian R. Mouritsen (78.)
Reytt kort: Fróði Benjaminsen (HB)
ÍF-B36 1-1 (0-1)
0-1: Bárður Olsen (43.)
1-1: Clayton Soares (83.)
Reytt kort: Bartal Eliasen (ÍF)
B68-Víkingur 1-1 (0-0)
1-0: Jónleif Højgaard (53.)
1-1: Lasse Qvist (80.)
TB-EB/Streymur 0-3 (0-0)
0-1: Leif Niclasen (71.)
0-2: Leif Niclasen (82.)
0-3: Leif Niclasen (85.)