Nú skírisdag, tórsdagin 18. Apríl, kl. 15:00 fara okkara menn á vøllin aftur. Siðbundnu strípurnar verða enn einaferð hálaðar niður yvir yvirkroppin og so skal alt setast inn fyri at basa gøtumonnum og leirvíkingum.
Tey vóru fá, ið høvdu roknað við, at TB skuldi vera so væl við í bestu deildini, sum felagið er nú. Veruleikin er, at út av 5 teimum fyrstu dystunum í landskappingini, hevur TB vunnið tveir, spælt tveir javnar og tapt ein dyst. Stigatalið er 8 og er TB tí á einum deildum 4. plássi, ið gevur atgongd til europeiskan fótbólt. Afturat hesum vann TB fyrsta dystin í kappingini um løgmanssteypið, móti grannunum úr Vági, FC Suðuroy, og er sostatt framvegis við í hesi kappingini eisini.
Kappingarárið er sjálvandi júst byrjað, men avrikini hjá okkara monnum hava verið so mikið sannførandi, at teir hava gjørt øllum serfrøðingum fyri skommum. Tá føroyameistararnir úr HB vóru á vitjan sunnudagin, fóru øll (uttan einstakir HB-fjepparir) heim við einari kenslu av, at TB átti at vunnið dystin við meir enn einum máli.
Okkara røsku menn hava funnið eyðkendu, gomlu dygdirnar fram aftur og vit viðhaldsfólk vita, at teir geva ongantíð upp! Spælið flýtir í longum løtum heilt væl, verjan er krútsterk og hóast álopið saktans kundi havt skotið dupult so nógv mál, ið tað hevur skotið higartil, so hava vit í TB eisini toppskjúttan í bestu deildini – evnaríka Stefan Radosavljevic.
Vit vita nú, at blaðunga lið okkara (við einstøkum eldri dygdar-undantøkum) inniheldur dygdir, ið vit kanska ikki høvdu givið okkum far um áður. Útlendsku leikararnir hava styrkt okkum, har teir eru settir inn, evnaríku Dánjal og John Villy hava verið okkum ein sannur fongur, eftir at teir valdu at spæla fyri TB í ár og Pól Ingason hevur valla spælt betur enn hann ger júst í løtuni. Gleðiligt er eisini at síggja “gamla” stríðsmannin Aron Sørensen, aftur á vøllinum!
Tað, ið tó kanska er at gleðast allarmest yvir, eru blaðungu leikararnir úr okkara egna felagi, ið hava fingið álit frá venjaratoyminum og hava tikið av tilboðnum. Tað er fantastiskt at síggja síggja hesar leikarar, ið fyri stuttari tíð síðan spældu við dreingjaliðunum, fara fullkomuliga óimponeraðir á vøllin og vísa meira etableraðu mótstøðuleikarunum hvar skápið skal standa! Í hesum eigur ungdómsdeildin hjá TB eisini stórt rós uppiborið – uttan dygdararbeiði í yngru deildunum, høvdu vit einki fólk havt at sett við! Vit hava fingið sera góða hjálp úr HB eisini, við unga og dugnaliga Tórmóði.
Leikarar og venjaratoymi hava gjørt sítt og gera tað hvønn einasta dyst. Kunnu vit, sum viðhaldsfólk gera nakað afturfyri? Ja, vit kunnu møta trúføst upp til dyst, vit kunnu við at rópa og stuðla okkara leikarum, verða við til at lyfta teir – bæði tá tað gongur væl, men sanniliga eisini tá tað gongur illa. Vit kunnu lata teir síggja hvat felag vit hoyra til, við at fara í TB-troyggju, turriklæð, húgvu og hvat annars ber til at fáa fram. Vit hava eina eskju við uml. 20 brúktum TB-troyggjum, ið vit fegin lána út undir dystinum – tað er bara at koma inn at spyrja!
Ein innilig áheitan skal fara til áður so mælska fjepparafelagið “Einherjar”, um at koma út úr hellunum aftur og taka bannarar, trummur og hvat annað er at fáa fatur á, fram aftur og lata mótstøðulið- og fjepparar vita, at við Stórá er tað TB sum tað snýr seg um!
Tórsdagin skulu Víkingar ikki verða í iva um hvar teir eru komnir – teir eru komnir til vøggu føroyska fótbóltsins! Tað var her alt byrjaði – søgan byrjaði við okum!
Einaferð TB – altíð TB!