3. deild enn ein javnleik

3. deild: Skála 1-1 TB Tað var eitt vælmannað 3. deildarlið, sum fór at spæla dyst móti Skála. Fyrsta dystin millum liðini, vunnu okur 2-0, so vónirnar vóru rímuliga góðar. Trupuleikin hjá okkum er bara tann, at hóast okur hava havt greiða yvirvág í øllum dystunum, so vil bólturin bara ikki í kassan.