Tap í evstu løtu

Dysturin í dag var rættuliga darvaður av vindinum og harvið var talan eisini um tveir ymiskar hálvleiki, alt eftir hvør hevði vindin ímóti og undan.

TB byrjaði dystin við at hava vindin ímóti og gekk ein long løta við KÍ trýstið frá byrjan av. Nógv spurdist tó ikki burturúr, men tað bleiv tó KÍ sum fekk fyrsta málið í dystinum. Hetta málið gjørdi Bjartalíð við langskotið, sum okkara málmaður gjørdi eitt dropp a la Karius ímóti kongafelagnum úr Madrid, tá Champions League finalan var spæld í 2018.

Hetta bleiv eisini støðan til hálvleiks.

Nú var tað TB sum fekk vindin í ryggin og hetta hevði stóran mun og kom TB væl betur inn í dystin. TB fekk eisini brotsspark, sum Rógvi kundi seta í kassan til støðuna 1-1. Hetta sá eisini út til at halda seg í langa tíð, men tíverri so endaði dysturin við at KÍ fekk øll trý stigini við norður. Hetta eftir at KÍ fekk eitt brotsspark í evstu løtu eftir at málverjin hevði ligið skaddur á vøllinum longi.

Staðfestast kann so eisini, at Eiler Rasmussen framvegis ynskir at verða ein miðdepil, heldur enn ein dómari, ið bert ger tað hann skal uttan at seta stórvegis dám á dystin. Fleiri ivasamar avgerðir vóru í dag og lætt kann kanska vera at viðmerkja hesar eftir dystin. Greinaskrivarin má heldur lata verða at viðmerkja meira, annars fær felagið sikkurt bót frá FSF, tí heilagu dómararnir mugu ikki kritiserast.

Scroll to Top