Undan dystin vóru tað heili fimm ár síðani at ÍF hevði vunnið á TB við Fløtugerð og dagsins dystur gjørdi, at hesin stimin bleiv endaður, tí ÍF endaði við at fáa øll trý stigini í einum óskipaðum dysti.
TB byrjaði annars soleiðis:
Mehder
Kroner - Ndende - Møller - Bruhn
Johannesen - Godtfred - Wøldike - Joensen – Thorsteinsson
Ingason
Á bonkinum: Bærendsen, Armah, Magnusarson, Musah, Mirdjord
ÍF kundi lagt seg á odda í fyrsta hálvleiki, tá farligt TB spæl upp í miðjuna førir til eitt skot frá ÍF’ara, sum Mehder bara hálvbjargaði, men til alla lukku var Uros offside, tá hann annars setti returin í málið.
Ein sum heild rættuliga tamur fyrsti hálvleikur endaði 0-0, og einast størri møguleiki var áður umrødda málið, sum bleiv kolldømt.
Mál til ÍF eftir 59 minuttum, tá Djordevic gerst leysur høgrumegin og leggur inn til Stojanovic, sum kundi leggjast fuglfirðingar á odda.
Enn ein dystur við alt ov nógvum feilavleveringum, ið er við at seta okkum sjálvar undir press og harvið onki tempo kemur í spælið.