Tap, men væl betur spæl

Samanumtikið kann tað sigast nokk so greitt, okur taptu, men spælið var væl betur enn okur sóu ímóti EB/Streymi. Tó so fingu okur ein hvøkk frá byrjan av, B36 legði seg á odda longu eftir seks minuttum.

TB liðið var annars hetta sum byrjaði:

M. Joensen
E. Magnusarson - R. Møller - Ndende - S. Kroner
J. E. Bruhn - D. Godtfred - R. Joensen - J. V. Woldike Leo - E. Thorsteinsson
P. Ingason

Á bonkinum sótu: P. E. Bærendsen, M. Armah, M. Raben, S. Musah, A. Midjord, N. Johannesen

Men Poul og John Villi vildu tað øðrvísi. John Villi rann forbí helvtina av B36 liðnum og spældi bóltin í føturnar á Poul, sum kundi skorað. Poul var fluttur fram í álopið til dystin og var hann ein støðug hóttan. Um væl vildi til, so kundi hann havt fingið minst eitt mál afturat.

Stutt undan hálvleik leggur B36 seg aftur á odda, tá Sonni Ragnar Nattestad smekkar bóltin í kassan. Triðja málið hjá B36 kom stutt eftir dómarin hevði sett annan hálvleik í gongd. Hetta bleiv endastøðan. Sjálvt úrslitið ljóðar møguliga sum um, at B36 hevði stýr á dystinum, men tað er ongin loyna at tað avirikið okur sóu frá okra svørthvítu var væl betur – hetta hevur venjarin eisini róst liðnum fyri.

Næsti dystur verður ímóti Víkingi mánadagin.

Mynd: Mariann Mikkjalsdóttir.

Scroll to Top