Tap við Løkin

Tíverri endaði fyrsta umfar í Betri Deildini við einum tapið til okra menn, tá teir vitjaðu við Løkin. Tey flestu við áhuga fyri felagnum hava allarhelst hugt eftir dystinum og tí er ikki neyðugt at festa alt ov nógv orð á blað um hendan dystin.

Dysturin endaði sum kunnugt 3-1 til heimaliðið. Um væl stóð til so kundi endaliga støðan verið 3-2, tí okur høvdu eitt skot, sum fór á yvirleggjaran hjá Runavíkingum. Einsamalla málið hjá okum gjørdi Rógvi Joensen.

Tað er eitt at gera og tað er at venda eyguni ímóti næsta dysti, sum verður ímóti KÍ. Tann dysturin verður við Stórá 17. mai.

Stigatalvan er dagførd á síðuni.

Scroll to Top