TB á Instagram

Tvøroyrar Bóltfelag verður nú eisini sjónligt á sosiala miðlinum, Instagram. Ætlanin við hesum er, at møguligt verður at fylgja betur við í gerandisdegnum í Tvøroyrar Bóltfelag. Harumframt so fer hesin profilurin at ganga runt millum ymsu ungdómsliðini, tá kampar ella kappingar eru á skránni.

Tit kunnu finna Instagram-profilin hjá Tvøroyrar Bóltfelag á Instagram.com/TB1892 ella við at leita eftir @TB1892.

Um tit ynskja at deila myndir við felagið, so nýtið frámerkið: #tb1892, so verða myndirnar møguliga endurvístar her á heimasíðuni ella á sjálvum Instagram-profilinum.

Fyrsta myndin er løgd út, ið er frá fyrstu venjingini, ið Maurice Alexander Ross og Mark de Vries luttóku í við Stórá

Scroll to Top