Effodeildin: TB 1-0 Víkingur
Í áttanda umfari tók TB í gjár móti Víkingi við Stórá. Víkingur, ið hevur fingið eina góða byrjan á kappingarárið, fekk seinasta einans javnleik móti 07 Vestur á heimavølli, og tí man málið hava verið greitt. Teir ætlaðu til Tvøroyrar eftir trimum stigum. Men við Stórá er TB serliga sterkt, og tað mátti gestirnir ásanna, tá teir, nevslignir, máttu av vøllinum, við 1-0 tapi í skjáttuni.
Dysturin var javnur, frá byrjan til enda, og hvørgan av liðunum eydnaðust veruliga at leggja eitt støðugt trýst á mótstandarin. Tó skiftust tey til, at hava leikligu yvirvágina, og málmøguleikar spurdust eisini burturúr. Kanska TB var vandameira liðið, men Víkingar bitu sannuliga eisini frá sær viðhvørt.
Poulotelli avgjørdi aftur nú
12 minuttir fyri leiklok, bleiv dysturin avgjørdur. Tað kom eftir skjótt uppspæl frá TB í vinstru síðu, har bretin, Nicky hevði runnið seg leysan. Nicky leggur bóltin til rættis, og sendur síðani eitt deyðiliga beinrakið innlegg, beint á pannuna hjá Poul Ingason, sum hevði rivið seg leysan frá markørinum. Poul hamraði skallan á bóltin, so hann sang í netmeskunum, og gleðisrómurin frá heimaáskoðarunum var øðiligur. Róp og sangur, gleði og gleim, alt var fantastiskt, nú TB aftur var á sigurskós. Og hesaferð skuldi tað koyrast heim, og ikki gleppa á stokkinum, sum tað gjørdi í seinasta umfari.
TB hevði væl uppiborið sigurin í gjár, tá tvøramenn vóru grammari, og eitt vet meira nærlagdir í álopspartinum. Men tá tað so er sagt, so var dysturin javnur, og gestirnir høvdu bóltin nógv. Heilt vandamiklir blivu teir tó alt ov sjáldan.
NP
[nggallery id=15]