Í gjár royndu vit fyri fyrstu ferð at hava online-bingo. Vit høvdu ikki roynt hetta áður, so nógv arbeiði fór í fyrireikingarpartin, fyri at tað skuldi eydnast so væl sum gjørligt.
Sigast má, at hetta eydnaðist sera væl. Afturmeldingarnar hava verið góðar – vertirnir stóðu seg framúr væl og tøknin riggaði sum hon skuldi. Ikki tí, okkurt kann altíð gerast betur. Serliga støddin á plátunum var ein avbjóðing, tí bingobrikkar passaðu ikki á tølini. Hendan partin hava vit nú loyst og bingobrikkar passa nú á.
Onkur ringdi eisini um 2 rekkjur, tá bingo var og tí hava vit nú gjørt tað soleiðis, at tað kemur at standa á skerminum, hvat vit spæla um. Um vit t.d. spæla um tvær rekkjur á somu plátu, so stendur “Vit spæla um 2 rekkjur” á skerminum.
Stuðulin lokalt hevur ongantíð manglað hjá TB, men tað var serliga stuttligt at síggja at fólk spældu TB-bingo kring alt landið. Ringt varð millum annað inn úr Klaksvík, Hvalvík og Havnini, og er tað sera hugaligt hjá okkum.
Vit kasta okkum tí út í enn eitt bingo og verður tað komandi sunnudag, 26. apríl, kl. 16:00. Vit hava broytt tíðina til kl. 16, tí so órógva vit ikki nátturðar og tíðindini hjá fólki. Vit spæla framvegis 5 spøl og vinningarnir eru framvegis gávukort á 250,- , 350,- og 600,-, til útvaldir føroyskir matvøruhandlar.
Høvuðsvinningin kunngera vit ónsdagin 22. apríl og verður tað Bærendsen Teknik / El-Handilin, ið er ein trúgvur TB-stuðul, ið letur vinningin.
Drigið verður eisini ímillum seldu pláturnar. Vinningurin hesaferð er ein frá Bærendsen Teknik – EL Handilin.
Kostnaðurin fyri pláturnar er 60,- fyri eitt ark við 6 plátum á, ella 100,- fyri 2 ørk (12 plátur).
Til ber longu nú at bíleggja sær plátur. Hetta gert tú við at gera eina bankaflyting á konto 9181-1694903 hjá TB og síðan senda eina kvittan, saman við navni og telefonnummari, til 1892bingo@gmail.com. Tú fært síðan pláturnar sendar til tína teldupost adressu og kanst tú so prenta pláturnar út.
Er onkur, ið ynskir at fáa pláturnar prentaðar út fyri seg, letur hetta seg eisini gera, men einans í Suðuroynni og í seinasta lagi kl. 20:00 kvøldið fyri bingo. Online ber til at keypa plátur upp til hálvan tíma áðrenn bingo byrjar.
Vit senda beinleiðis her frá YouTube-rásini hjá Tvøroyrar Bóltfelag (Trýst her). Live-leinkið sæst fyrst tá sendingin fer í gongd, tí er týdningarmikið at endurinnlesa (uppdatera) síðuna, um tú kemur inn á síðuna áðrenn leinkið er sjónligt. Vit leggja annars live-leinkið út her á síðuni umframt á Facebook-bólkinum hjá Tvøroyrar Bóltfelag, beinanvegin tað er tøkt.
Vit síggjast sunnudagin kl 16:00!