Sunnudagur = TB Bingo. Hesin sunnudagurin verður onki undantak. Sum vanligt verður spælt klokkan 16:00 á YouTube-rásini hjá felagnum. Leinkið verður lagt út her á heimasíðuna umframt á Facebook.
Plátur fáast í útvaldum handlum til leygarkvøldið klokkan 20:00. Annars ber eisini til at keypa plátur talgilt. Les meira um hetta her.
Sunnudagin verður høvuðsvinningurin fýra bildekk frá AíS Bilverkstaður, virði 4.000 kr.
Hinir vinningarnar eru gávukort til útvaldar matvøruhandlar kring landið.