TB Bingo tíðindagreinar

TB Bingo 21. juni

By TB | 21. juni 2020

Beinleiðis TB Bingo 14. juni

By Jan Smedemark | 14. juni 2020

TB Bingo 14. juni

By TB | 10. juni 2020

Ofta settir spurningar

Hvat kosta pláturnar?
Tú kanst keypa eitt ark við 6 plátum á, fyri 60,- kr. Tú kanst keypa tvey fyri 100,- . Eingin avmarking er á, hvussu nógvar plátur ein kann keypa.

Hvar keypi eg plátur?
Tú flytir upphæddina fyri ynsktu plátunøgdina, á konto 9181-1694903 hjá TB og sendir okkum kvittan fyri flytingina, til teldupostadressuna 1892bingo@gmail.com

Ber til at fáa plátuna talgilda ella á pappíri?
Bæði lata seg gera, tó, so ber bara til at fáa plátur koyrdar út í Suðuroynni í seinasta lagi kl. 20 kvøldið fyri. Talgildu pláturnar verða sendar til teldupostadressurnar, ið hava umbiðið plátur.

Kunnu øll vera við?
Ja, øll kunnu vera við, óansæð hvar í Føroyum tey búgva – ja óansæð hvar í heiminum ein býr. Tó, so verða vinningar einans koyrdir út í Suðuroynni, men verða sendir av oynni.

Hvar síggi eg TB-Bingo?
Vit senda á Youtube, á https://www.youtube.com/channel/UCcXWVtD7p68zIBuS_hkedGA
Beinleiðis sendingin byrjar uml. 15 min áðrenn bingo fer í gongd. Ert tú komin inn á síðuna áðrenn, er tí neyðugt at endurinnlesa síðuna (uppdatera) hana, annars sæst beinleiðis leinkið ikki? Tá sendingin fer í gongd, verður beinleiðis leinkið eisini lagt út á heimasíðuna hjá felagnum og á bólkin hjá felagnum á Facebook https://www.facebook.com/groups/49963574865. Øll eru hjartaliga vælkomin at fáa limaskap í bólkinum, so ber eisini betri til at fylgja við gongdini.

Hvussu er spælið skipað og hvat kann eg vinna?
Vit spæla 5 spøl. Fyrst spæla vit um eina rekkju, síðan tvær rekkjur á somu plátu og at enda spæla vit um fulla plátu.

Passa bingobrikkar til pláturnar?
Ja, bingobrikkar passa á pláturnar, ið tú fært sendandi til at prenta út.

Hvat geri eg, um eg havi vunnið?
So ringir tú 25 26 10 og upplýsir hvat tú hevur á plátuni( eina rekkju, tvær, ella fulla) og sigur hvat plátunummarið er. Nummarið finnir tú niðast til vinstru, á hvørjari einstakari plátu. Tú fært beinanvegin at vita um tú hevur rætt og so skalt tú upplýsa ein bústað, ið vit kunnu senda vinningin til.

Hvussu fái eg vinningin?
Vinningar verða koyrdir út í Suðuroynni og verða annars sendir talgilt, í tann mun tað letur seg gera. Snýr tað seg um ein “fysiskan” vinning, so syrgja vit fyri, at hann kemur til vinnaran, óansæð hvar í landinum hann/hon býr. Býrt tú uttanlands, so mugu vit finna eina kreativa loysn uppá tað.

Hvussu kann eg vinna høvuðsvinningin?
Øll, ið hava keypt plátu, kunnu vinna høvuðsvinningin. Trekt verður millum allar seldar plátur og vinnaratalið verður at finna millum seldu plátunumrini, niðast til vinstu á plátunum.

Nær er seinasti møguleiki at keypa plátu?
Vilt tú hava plátur koyrdar út (einans í Suðuroynni) so er seinasta freist kvøldið fyri, kl. 20:00. Vilt tú hava talgilda plátu, er seinasta freist uml. ein hálvan tíma áðrenn bingo fer í gongd.

Annað
Telefonnummarið, 252610, skal einans brúkast til at ringja á, um ein hevur vunnið. Heitt verður á fólk, um ikki at ringja á nummarið við fyrispurningum. Eru fyrispurningar, ber til at senda teir á 1892bingo@gmail.com , ella kann ringjast til formannin, á 572228.

Kunning um bingo, verður annars løgd út á her á heimasíðuna hjá felagnum og á bólkin hjá felagnum á Facebook https://www.facebook.com/groups/49963574865.

Scroll to Top