TB flestar leikarar 20 ár ella yngri

Hyggur ein eftir hópunum í Betri Deildini hesi tvey fyrstu umfarini, so hevur Tvøroyrar Bóltfelag eitt av teimum yngstu liðunum. Felagið við lægst miðalaldur hevur EB/Streym. Har er miðalaldurin 22,7 ár. Hjá okkum er hann 22,9 ár. Elsta liðið á dómaraseðilinum er, møguliga ikki so yvirraskandi, Víkingur – sum eisini er felagið við flest leikarum 30 ár ella eldri.

Millum annað er tað TB sum hevur flestar leikarar sum eru 20 ár ella yngri, sum hava verið partur av dómaraseðilinum higartil.

Talan er um hesar leikarar hjá TB:

  • Rasmus Møller, 20
  • Sebastian Kroner, 19
  • Andreas Midjord, 16
  • Einar Thorsteinsson, 19
  • Jens Erik Bruhn, 18
  • Jóhan Thomsen, 18
  • Nikolei Johannesen, 19
  • Samudeen Musah, 19

Yngsti leikarin sum hevur spælt í ár er HB-leikarin Samuel Chukwudi, sum hevur leikt tríggjar minuttir higartil.

Elsti leikarin á dómaraseðlunum er Meinhard Joensen hjá KÍ, sum er 40 ár í skrivandi løtu. Hann hevur tó bert sitið á bonkinum hjá KÍ higartil. Teir elstu leikararnir, ið spælu eru okkara Ndende, Atli Gregersen (Víkingur) og Pætur Dam Jacobsen (Skála) – allir 37 ára gamlir.

Verður hugt eftir hvørjar tjóðir leikararnir koma frá, so eru 10 danir í føroysku feløgunum og millum annað 5 serbar. Í alt eru 11 útlendskar tjóðir umboðaðar í Betri Deildini higartil í ár.

Merkisvert er, at EB/Streymur og NSÍ ikki hava nakrar útlendskar leikarar í ár. Tó er maðurin við stýrisvølin hjá NSÍ svii.

Kelda: Faroesoccer.com

Scroll to Top